Í morgin, fimta februar klokkan 16. Verður fyrilestur í Miðlahúsinum í Vágsbotni um vælferðarsjúkur og heilsu. Tað er íslendska, Jónina Ben, sum fer at halda fyrilesturin, har hon fer at umrøða, hvønn týdning ein sunnur og góður lívsstílur hevur og hon fer at greiða frá sínum virksemi í Íslandi, har hon rekur Heilsuhotell Íslands har hon bjóðar viðskiftafólki detox viðgerð, umframt at hon hevur nógv onnur vælverutilboð.
Detox er ein reinsingar-viðgerð við tí endamáli at reinsa kroppin fyri eiturevni
Fonn Flog, sum umboðar hana í Føroyum, sigur, at heilt nógvir føroyingar hava verið á íslendska heilsuhotellinum og serliga hava fólk við høgum blóðtrýsti, fólk, sum viga ov nógv og fólk við øðrum vælferðarsjúkum, havt serstakliga góð úrslit og fleiri venda aftur fleiri ferðir.