Heilsan batnar við aldrinum

Eg havi ongantíð livað so væl sum tey seinastu 30 árini, sigur Karl Jacob Sigvardsen frá Gjógv, sum í morgin fyllir 100 ár

? Læknin skeldaði meg út, tá hann sá mínar gulu fingrar. Hann spurdi, um eg ætlaði at drepa meg sjálvan við vilja, tí eg roykti so illa. So legði eg av, flennir Karl Jacob Sigvardsen. Tá var eg 48 ár og hevði magasár. Síðan er heilsan bara batnað, og eg havi ongantíð í lívinum livað so væl, sum síðan eg fylti 70.
Og hetta árið, tá hann fylti 70, var eisini nakað serligt hjá honum í aðrar mátar. Tá helt hann fyri við ein av føðingardagsgestunum, at nú var hann gamal.
?Tvætla ikki. Tú ert ikki annað enn ein smádrongur, svaraði gesturin. Sum var mamma hansarar, ið tá var heili 100 ára gomul.
Karl Jacob Sigvardsen hevur gott at bregða til. Mamma hansara var Drikka á Fløtti við Gjógv, sum gjørdist 105 ára gomul og er elsta fólk, sum hevur livað í Føroyum í nýggjari tíð.
Og tey gerast gomul í familjuni, veit Karl Jacob at siga frá. Ein systur, sum búði í Danmark, gjørdist 97 ár. Eina systir eigur hann enn á lívi. Tað er Fía Christiansen, sum býr í Havn, og er 92 ára gomul. Ein beiggi, Jóannes, doyði longu 87 ára gamal.
? Hann var so ungur. Men hann roykti eisini so illa, sigur Karl Jacob, sum heldur, at beiggin heldur skuldi havt gjørt, sum hann gjørdi sjálvur, og lagt av at roykja í góðari tíð.
Men annars hava gjáarfólk hatta har við at gerast gomul. Síðan móðir Karl Jacob's, Frederikka, ella Drikka á Fløtti, fylti 100 ár í 1975, hava tvey onnur fólk eisini nátt hendan aldur. Tey vóru Dia Joensen í Jákupsstovu og Andrea Sivertsen, ið vóru systkin. Tey gjørdust bæði 101 ára gomul. Og tann fjórði í 30 ár er so Karl Jacob, sum fyllir 100 ár sunnudagin 27. februar.
Alt broytt
Nógv - fyri ikki at siga alt - er broytt hesa øldina, Karl Jacob hevur livað. Eisini fólkatalið við Gjógv, sum er minkað, so hvørt alt annað er batnað.
Karl Jacob minnist, tá tað búðu fleiri enn 280 fólk fólk við Gjógv. í 1921 búðu 283 fólk í bygdini. Í dag kann tað talið saktans býtast við fimm, heldur hann. Tey vóru eini 50 skúlabørn í trimum flokkum, tá hann gekk í skúla.
Karl Jacob fór sum 15 ára gamal til skips við deyðsiglara, og hann var sjómaður, til hann í 1958 legðist uppi.
Kosturin kundi vera ógvuliga ymiskur frá skipi til skip, minnist Karl Jacob. Breyð varð ikki bakað. Alt var keks, sum býtt varð út hvørja viku. Keks og margarin. Eitt sindur av sukuri. Og so amerikanskt saltkjøt. Tað var álitið. Onkuntíð hendi tað seg, at teir fingu íslendskt kjøt, tá teir vóru inni á túrinum. Men um heystið plagdu teir at keypa seyð frá íslendingum, og tað kom væl við, minnist Karl Jacob.
Heimalívið við Gjógv var sum í bygdum flest. Menninir vóru heima um veturin, og tá varð dúvað upp á útróður.
Men rímiligt vóru fleiri dagar, tá ikki var farandi á flot, og tá plagdu teir at velta. Eplir vórðu velt, og Karl Jacob, sum minnist tveir veraldarbardagar, minnist eisini, tá tey veltu korn undir fyrra krígnum.
Nú fer hann helst ikki so nógv í bøin meira, heldur hann. Men til fyri heilt stutt síðani velti hann sjálvur.
Uttan fyri húsini við Gjógv hevur hann havt eina veltu, sum man fara at líkjast einum meti. Í eini hálvthundrað ár hevur hann velt eplir í sama stykkinum.
? Eg plagdi at seta 200 eplir niður, og tað, sum kom uppaftur, var nokk til konuna og mín, greiðir hann frá.
Birgur
Karl Jacob er bara heilt birgur, her hann situr í stólinum á kamari sínum á Ellisheiminum í Runavík. Hann setir seg yvir í sjónvarpsstólin, meðan verdóttirin tendrar sjónvarpstólið, tí nú er fótbóltur at síggja á onkrari av hesum útlendsku rásunum, sum hann hevur møguleika at síggja her inni.
Hann fer langt frá tólinum. Einki petti bilar sjónini. Hann sær væl, hvussu støðan er, og hvussu leingi er spælt.
?Jú, sigur hann, mær dámar væl at síggja sjónvarp. Serliga eru tað tíðindi og ítróttur, eg hyggi at. Og við ítrótt meinar hann ítrótt soleiðis yvirhøvur. Hevur hug at spyrja eftir reglunum, um onkur ítróttargrein, hann ikki kennir so væl, verður víst.
Tó at hoyrnin er farin at bila, fylgir hann væl við í tíðindum. Bæði føroyskum og útlendskum í útvarpi og sjónvarpi. Og samfelagsviðurskiftum sum heild er hann sera áhugaður í.
Tá vit spyrja, um hann hevur verið á vali í seinastuni, hevur hann hug at smílast eitt sindur. So kemur tað seigliga.
? Jú, tað var eg eisini hesaferð. Men eg velji ikki sambandið. Eg havi einaferð valt tjóðveldið, men tað er eingin hemmiligheit, at eg eri fólkafloksmaður. Hesaferð valdi eg Kallsberg.
Hann er væl hýrdur og letur væl at lívinum á Ellisheiminum. Sera fitt fólk at vera saman við, sigur hann. Bæði tey, sum búgva her, og ikki minni tey, sum arbeiða.
Hóast Eysturoyar Røktar- og Ellisheim nú hevur nøkur ár á baki, er Karl Jacob Sigvardsen tann fyrsti, sum fer at fylla hundrað ár á heiminum.
Hann gleðir seg til føðingardagin, sum hann kortini væntar at fara at gerast eitt sindur strævnan. Gleðir seg til guðstænastuna í Gjáar kirkju, sum hann so trúliga hevur vitjað. Hann hevur altíð verið trúgvur kirkjugangari og fegnast um at fáa høvi til tvær guðstænastur um vikuna á Ellisheiminum. Her koma bæði prestur og baptistar hvørja viku, sigur hann.
Karl Jacob eigir tríggjar synir, sum hvør eigur trý børn. Langabbabørnini eru 19 í tali.