Tvey tey síðstu árini, síðani jóansøku í Vági seinast, hevur VS fingið góð úrslit og serliga hjá góðu ungu svimjarunum. Vit hava havt svimjarar til Orknoyggjar, Shetland, Føroyar kapping í Hetlandi. Vit hava havt 3 dugnaligar og evnaríkar svimjarar í Køge Open kapping í Danmark, har svimjarar høvdu góðar tíðir og fingu heiðursmerkir.
Vágs Svimjifelag verður 25 ár komandi ár og er møguliga eitt ungt felag í svimjihøpi, men vit royna, hóast vantandi venjarar, at halda stand og eggja svimjarum at halda áfram. Men nú er endiliga ein glotti fyri framman, tí í summar hevur Vágs Svimjifelag fingið sáttmála við núverandi venjaran hjá Fuglafjarðar Svimjifelag, so nú røkist fyri, at nøsin kann setast upp móti gullmerkjum og betri tíðum hjá svimjarunum.
Vágs Svimjifelag vil við hesi heilsu takka øllum stuðlum fyri dyggan stuðul, handlar og fyritøkur í Vági og aðrastaðni, men serliga ein tøkk til Vágs Kommunu. Uttan tykkara stuðul hevði ikki verið møguligt at havt eitt svimjifelag í bygdini. Og ein serlig tøkk til Vágs Skúla fyri lán av hølum og amboðum. Hóast ringar tíðir vóna vit, at handilslívið í bygdini vil stuðla framvegis. Vágs Svimjifelag ynskir øllum jóansøkugestum eina góða jóansøku og svimjarum og foreldrum eitt gott komandi svimjiár.