Frá: Jógvan Andrias Joensen, Noreg, [email protected]
Eg havi kynt upp, 17 kuldastig eru í luftini nú meðan vetrarfrítíðin er um at halla. Veðrið er gott og fólk í hópatali leita niðan á Lifjell at aka á sleðu og standa á skíð.
Á sýnini í góðveðrinum hugsi eg um yrkingina »Sigl oyggj fram úr mjørka nú ert tú eitt skip« hjá Chr. Matras sála. Hesi orð ala fram »skipið og bátin« sum mynd av sambandinum millum Føroyar og Danmark.
Skipið og báturin, hava røkt og røkja ferðasambandið millum fleiri oyggjar í Føroyum:
...Føroyar eru bundnar afturúr rongini á Danmark. At Føroyar hanga uppi í Danmark eru tað fleiri, sum halda lítið um. Onnur halda haraftur ímóti tað er gott, meðan nøkur í tí stilla gera sær aðrar tankar um hesa tilveru.
Av og á royna fólk umborð á bátinum at greiða skipara og manning á tí stóra skipinum frá sínum royndum. Hvørja ferð hesi hava sagt sína hugsan, vóna tey at skiparin og manningin lurta og virða hetta sjónarmið ? at vóna, vóna, vóna.
Hetta at fleiri ? millum ár og dag - hava gjørt og gera sær tankar um hesa tilveru, hevur við sær, at skiparin á brúnni ikki altíð er hin sami, at bátsformaðurin eisini av og á verður skiftur út. Annars hendir ikki nógv óvæntað.
Royndir vísa, at báturin klárar seg í so at siga øllum veðri. Hetta hevur havt við sær at fleiri meina, at vit skulu sigla sjálv. Haraftur ímóti eru tað nøkur umborð, sum meina, at í longdini er best at gera sum skiparin sigur...
? Um tú í hesi løtu ert umborð á skipinum, ella umborð á báturin, er ilt hjá mær at siga. Tú gert tær tínar tankar, tú sært alt frá einum øðrum sjónarhorni. Hvaðani eygað sær - ivist eg ikki í, at vit kunnu semjast um ? er rættiliga týdningarmikið. Men í hesum sambandi er eitt og eitt og eitt meira enn trý!!!
...Tá veðrið er vánaligt og tað runar í sjónum, sendir skiparin boð til bátsformannin, at hann má traðka til. Tá er báturin góður at hava!
Hví Danmark vil hava Føroyar við sær, er kanska ikki so torført at skilja álíkavæl, halda fleiri!
Øll vita, at Føroyar eisini hava verið illa fyri, aftan á ein ringan túr, men tó eru tað fleiri, sum spyrja, hvussu Danmark hevði kunnað tænt síni áhugamál, um Føroyar ikki vóru við?
Fleiri mótmæla harðliga rættin hjá skiparanum at krevja, at bátsformaðurin skal gera sínar skyldur. Onnur haraftur ímóti siga, at illa hevði staðið til, um vit skuldu klára okkum sjálv. Tó eru nøkur sinnað at samráðast um leiklutin hjá skipara og bátsformanni.
Tað verða ikki vit, sum kvetta sambandið okkara millum, sigur skiparin. Vit vilja kvetta, siga fleiri umborð á bátinum. Nei, best er at hava enda í skipið, siga onnur. Nøkur siga seg minnast, at vit hava klára at siglt, uttan at verða bundin í rongina á Danmark.
Byrgingar, brýr og tunnlar síggja dagsins ljós. Kann broytingin hava við sær, at lítli báturin fer at sigla sjálvur, taka ímóti framtíðini og skapa sína egnu søgu, ella er tað neyðugt at skilja framtíðina fyrst og síðani læra av søguni?..
Meðan sungið verður daga fleiri føroysk skøld á sýnini. Í hesi løtu eru orðini hjá Steintór Rasmussen hóskandi:
»Hvat heldur tú um føroyingar Føroyar«.
Við fjallafót ? á millumbylgju ? frætti eg tíðindi um politisku støðuna í Føroyum. Um kuldin í luftini millum tey 17 føroysku landsstýrisumboðini røkkur teimum 17 kuldastigum, er ilt at siga.
Á sýnini koma kallur og sveinungi kvøðandi:
Hvørjum bankar fornuftin fyri, segði kall.
Hjarta slær í høvdinum,
segði sveinungi.