Heilsan til Norður- landahúsið

Edmund Joensen, løgmaður heilsar Norðurlandahúsinum

Norðurlandahúsið hevur nú virkað í Føroyum í 15 ár. Húsið hevur á framúrskarandi hátt megnað at livað upp til endamálið, at lívga um føroyska mentan, at breiða kunnleikan um føroyska mentan út til onnur Norðanlond og at skapa mentanarligt samband og samstarv millum Norðanlond og Føroyar.

Húsið hevur nú vunnið sær fast pláss í føroyskum samfelags- og mentanarlívi sum ein tann mest týðandi mentanarstovnur. Tað virksemi, ið fer fram í húsinum, gagnar øllum Føroya fólki eins og tað gagnar øllum Norðanlondum. Norðurlandahúsið hevur givið føroyingum ein vakran og virðiligan karm um eitt fjølbroytt listarligt virksemi - tað verið seg av føroyskum eins væl og altjóða uppruna.

Húsið hevur stuðlað og stimbrað føroyska list og føroysk mentanrligt virksemi og hevur við hesum eisini medvirkað til at økja um ansin og virðingina fyri list og mentan í Føroyum. Á sama hátt hevur húsið við virksemi sínum styrkt áhugan og virðingina í útheiminum fyri føroyskari list og føroyskari mentan. Tað eru tí allar góðar grundir til at fegnast um húsið og alt tað, sum húsið stendur fyri.

Norðurlandahúsið er meira enn eitt vakurt og prýðiligt hús við livandi og ríkum listarligum virksemi. Tað er eisini ítøkiliga dømi um magnið og styrkina í norðurlendska mentanarfelagsskapinum og norðurlendska samstarvinum. Húsið skal sostatt ikki bert vera karmur um eitt ríkt mentanarlív, men tað skal eisini støðugt minna okkum á, at vit hava skyldu at røkja og útbyggja tað norðurlendska samstarvið føroyingum og øllum norðurlendksum tjóðum til gagn og sóma.

Vegna Føroya landsstýri skal eg við hesum orðum ynskja Norðurlandahúsinum og øllum, sum her starvast, hjartaliga tillukku á fimtan ára degnum og ynskja alt gott fyri húsið og tað virksemi, ið har fer at vera framyvir.


Edmund Joensen,

løgmaður