Heilsan til Vilmund Ryggshamar á 70 ára degnum

Tann 23. juli fyllir Vilmund Ryggshamar í Vági 70 ár.

Hann vaks upp í tí vakra umhvørvinum vesturi við Vatnið. Foreldur hansara vóru Alvilda og Jens, tey áttu fimm børn, og av teimum var Vilmund elstur.
Sum 14 ára gamal fór Vilmund til skips, hetta var við Johannu við Hilmar Jacobsen sum skipara, pápi hansara var kokkur við. Hann hevur sjálvur mangan sagt frá, hvussu tungt tað var at hála í hetta sjey punds loddið á 90 favna dýpi á Eysturlandinum,og hvussu ringur hann var av gø, hann var jú so ungur.
Men hetta tók ikki hugin til sjógvin frá honum, hann fór síðani sum messudrongur/dekkari við Tofta Regin eystur í Hvíta Havið, skipari var Pól Viberg. Var síðani við Beinisvørð í 3 ár, við Herman Petersen sum skipara, til hann í 1954 fór á skiparaskúla.
Fyrsta skip, hann fekk at føra, var Karl, og var hetta á sildaveiðu og til útróðrar um veturin. Síðani sigldi hann sum stýrimaður við m. ø. Vilhelminu við Esbern Holm, Rádna við Sigurd Simonsen, Hvítubjørn við Jóan Petur hjá Mouritsi, Petur á Gørðunum við Andreas Mikkelsen sum skipara.
Hann var eisini við norskum trolara sum netamaður, sum mammubeiggi hansara Niclas Hovgård førdi.
Vilmund førdi City of Norwich í nøkur ár á saltfiskaveiðu í Grønlandi og Íslandi.
Hann var í Grønlandi við Petur á Gørðunum sum stýrimaður, tá Jóan P. hjá Mouritsi, sum var skipari á Saksaberg, doyði umborð, og fór hann tá umborð á Saksaberg sum skipari. Var eisini eitt skifti skipari við Sjófarinum, sum bróður hansara Jógvan átti. Síðst í seksti árinum var hann stýrimaður við Strandingi, sum svágur hansara Sámal Johan Gårdlykke førdi.
Fyrst í sjeyti árunum fekk Vilmund starv sum vrakieftirlitismaður í Vági, og var hann í hesum starvi, til stovnurin varð avtikin.
Hann hevur altíð havt ein brennandi hug til sjógvin, og er enn til reiðar at fara við Hamraberg á Norð-havið, um Arni manglar ein mann, sjálvt um heilsan ikki altíð er til tað. Um hann kann sigast, sum tað stendur í ørindinum:
»Tá eg var so ungur sum tú, tá mundi eg óræddur renna, nú tekur elli at boyggja meg, sjálvur má eg tað kenna.«
Góði Vilmund takk fyri nógvar góðar løtur á floti saman við tær og Adolf, minnist tú tá vit vóru á Dustara og komu aftur við fullum báti av stórum toski, hetta eru løtur, sum ein landkrabbi sum eg ikki gloymi.
Vilmund giftust í 1959 við Patriciu Gårdlykke úr Lamba, og settu tey búgv úti á Marknoyri,
Tey eiga sonin Tummas, og eru tey nú eisini omma og abbi at lítlu Súsannu.
Vit vilja takka tykkum fyri nógvar góðar løtur, og ynskja tær Vilmundi hjartaliga tillukku við føðingardegnum, og alt tað besta framyvir fyri teg og tíni.
????????????????????
Yngsti bróðir
við familju