Tað er ein tvídráttur millum Region Hovedstaden, ið varðar av Skt. Hans Hospital, og Heilsumálaráðið, hvør skal gjalda tær 8.588.958 krónurnar, ið Romeo Galgo Tibobos hevur kostað Skt. Hans Hospital.
Tibobos hevur ongantíð verið í Føroyum, burtursæð frá tí vikuni, ið nevndartingið vardi, og so eitt stutt tíðarskeið upp á fáar vikur frá 26. juli fram til 12. september 2005, tá hann varð fluttur til Danmarkar.
Tórsvík lá í altjóða sjógvi á leiðini uttan fyri Helgeland og Kristiansund, tá Romeo Galgo Tibobos fyrst breyt seg inn í kamarið hjá stýrimanninum og hótti hann við einum knívi og streympistól, áðrenn hann bant hann við einum ledningi.
Síðani fór hann upp á brúnna, har hann stakk skiparan einar 12 ferðir. Síðani helt hann skipinum undir sínari varðveitslu í umleið tveir tímar, áðrenn tað endaliga eydnaðist manningini, at táa bilbukt við filipinaranum.
Skiparin var í skundi fluttur á St. Olavs Hospital í Tróndheimi.
Fyrstu søgurnar vóru eitt sindur mangulfullar og søgdu millum annað, at bert føroyingar og norðmenn vóru umborð á Tórsvík. Hetta vísti seg ikki at vera rætt, tí álopsmaðurin var filipini.
Fyrstu søgurnar vildu eisini vera við, at filipinin varð fluttur í land við báti, men hetta var heldur ikki rætt, tí hann var umborð á Tórsvík, til skipið kom til lands í Kristiansund um miðnáttina 29./30. juni.
Sat í Noregi
Komin til lands, handtók politiið í Kristiansund Romeo Galgo Tibobos, og fyrsta uppgávan var at finna ein tolk, so maðurin kundi avhoyrast.
Hann sat so varðhaldafongslaður í Noreg ina tíð, áðrenn hann var fluttur til Føroya, men her sat hann bert nakrar fáar vikur, áðrenn hann var fluttur til Danmarkar, har hann millum annað skuldi mentalkannast.
Hesar kanningar vóru lidnar beint undan jólum 2005, og tær vístu, at »observanten er sindsyg«, sum sakførarin hjá Regin Hovedstaden málbar seg.
Hann varð staðfestur sum paranoid skitsofrenur, og føroyska ákæruvaldið metti hann ov vandamiklan at hava varðhaldsfongslaðan í Føroyum.
Hann var so aftur í Føroyum eina viku fyrst í oktober í 2006, meðan Føroya Rættur viðgjørdi sakarmálið móti honum.
Talan var um nevningating, har átta kvinur og fýra menn skuldu taka avgerð í málinum, og fríggjadagin 13. oktober fall so avgerðin. Maðurin var kendur sekur í fýra av teimum fimm ákærunum.
Síðani skuldi avgerð takast um, hvørja revsing Romeo Galgo Tibobos skuldi hava. Revsingin bleiv sálarlig viðgerð í óásetta tíð.
Og hendan tíðin skuldi vara fýra ár og tríggjar mánaðar - 1554 dagar.
Gloymt navnið
Tað tóktist heilt náttúrligt, at viðgerðin skuldi fara fram í Danmark, ítøkiliga Skt. Hans Hospital.
Tað var føroyska ákæruvaldið ið metti, at maðurin var ov vandamikil at hava í Føroyum. Og føroyska ákæruvaldið er sum kunnugt danskt.
Í november 2007 setti visiterandi yvirlæknin á Skt. Hans Hospital, Michael Andersen, seg í samband við psykiatriska depilin í Føroyum og tosaði við ein føroyskan yvirlækna um Romeo Galgo Tibobos.
Teir samdust um, at tað vóru so fá pláss á afturlætnu deildini á deplinum, at tað var frægast, at Tibobos var verandi á Skt. Hans
Trupulleikin var bara tann, at tann einasti, ið hevði heimild at taka slíka avgerð var Tormóð Stórá, ið hevði tikið við sum ovasti leiðari á psykiatriska deplinum 1. februar 2006. Og hann kendi einki til málið.
Ein annar trupulleiki var, at hóast Michael Andersen hevði tikið notatir frá samrøðuni, hevði hann gloymt at fingið navnið á viðkomandi yvirlækna við. Tað einasta hann mintist í so máta var, at talan var um ein mann.
Talan kundi tískil bert vera um ein vikarierandi yvirlækna, og tað kann tí tykjast undarligt, at ein slíkur skuldi havt tikið sær sjálvum tað frælsi at gera av slíkt.
Tormóður Stórá hevði ongantíð havt nakað samband við Tibobos, og var ongantíð spurdur um hann. Heldur ikki, um føroyska sálarliga sjúkrahúsið hevði umstøður og kvalifikatiónir at viðgera filipinan.
Viðgjørdur í Danmark
Romeo Galgo Tibobos heldur so fram við viðgerðini á Skt. Hans Hospital, og tykist hava tað væl. Hann er góður at fáast við og trívist.
Og tað er eisini tað, sum bæði Michael Andersen og Tormóður Stórá vísa á.
Eg skilti als ikki kravið um, at Tibobos skuldi viðgerast hjá okkum, tí hann vísti góðan atburð og tóktist at fáa tað betri og betri sum tíðin leið, segði Michael Andersen.
Og Tormóður Stórá er samdur.
Tað er einki ið bendir á, at hann var vandamikil. Eg eri eisini sannførdur um, at vit saktans høvdu kunna viðgjørt Tibobos, vit fingu bara ongantíð nakra áheitan. Hvat onkur vikarierandi yvirlækni kann hava sagt við Michael Andersen, fái eg ikki fyrihildi meg til, sigur Tormóður Stórá.
Men Heilsumálaráðið fekk størri innlit í málið í 2007, tá ein rokning frá Region Hovedstaden kemur sendandi.
Eg fái rokningina á borðið, men eg vildi ikki kautionera hana. Eg var tann einasti, ið kundi senda sjúklingar til Danmarkar til viðgerðar, umframt eina visitatiónsnend, og eg kendi einki til nakra avtalu. Tí skrivaði eg ikki undir kautiónina, segði Tormóður Stórá.
Tað var eitt ávíst samband millum partarnar gjøgnum árini, eisini eftir at Romeo Galgo Tibobos 5. oktober 2010 verður sendur av landinum aftur til Filipsoyggjar, sum eisini var ein partur av dóminum 13. oktober 2006.
Dómurin varð staðfestur av Hægstarætti, men tað kom ongantíð fram, um málið var kært beinleiðis frá Føroya Rætti til Hægstarætt, ella Eystari Landsrættur var ímillum.
Millum danskar myndugleikar
Í endaligu viðmerkingunum segði sakførarin hjá Region Hovedstaden, at tað hevði verið kotuma, at eitt øki altíð rindar fyri viðgerð fyri ein persón, ið fær viðgerð uttan fyri egið øki.
Hon vísti til lógartekstin, bæði í regiónunum og tjóðskaparliga. Somuleiðis vísti eisini til lógartekstin í sambandi við yvirtøkuna av sjúkrahúsverkinum sum sigur, at føroyska sjúkrahúsverkið skal gjalda fyri viðgerð, ið fer fram á donskum sjúkrahúsum.
Hon vísti eisini til regiónslógir og statsligar lógir, sum siga tað sama.
Tann veruleiki, at Romeo GalgoTibobos var umborð á einum føroyskum skipi, ábyrgdar Føroyar, segði hon.
Hon segði eisini, at tað vr føroyski statsadvokaturin, ið var orsøkin til, at Tibobos endaði í Skt. Hans Hospital.
Verjin, Jógvan Elias Winther Poulsen, vísti í sínum endaligu viðmerkingum á, at tað er eingin føroyskur statsadvokatur, tí tað er ein donsk institutión, eins og restin av ákæru- og politivaldinum er donsk.
Hann nevndi, at føroysk heilsulóg einki nevnir um rættarpsykiatriska viðgerð fyri dømdar í persónar.
Jógvan Elias Winther Poulsen segði at enda, at føroysku heilsumyndugleikararnir einki høvdu við málið at gera, men at tað í staðin er millum tveir danskar myndugleikar.
Dómarin tekur sær rímiliga góða umhugsingartíð, tí dómurin fellur ikki fyrr enn 13. januar komandi ár.