Málið skal loysast beint nú, um eina viku eru Føroyar tvær útbúgvingar fátækari. So hart og kontant lýsir forkvinnan í Heilsuhjálparafelag Føroya støðuna í Heilsuskúlanum í Suðuroy. Men hon hevur einki álit á, at Mentamálaráðið er ført fyri at loysa trupulleikan, tí tey hava kent til støðuna í eitt ár og einki gjørt.
- Tað einasta vit hava fingið frá Mentamálaráðnum er ein slutur fyri ein slatur, sigur forkvinnan í Heilsuhjálparafelagnum, Ása Olsen.
Fyrr í ár kærdu lærarar á Heilsuskúlanum í Suðuroy um deildarleiðaran, Susonnu Høgh Olesen,til rektaran á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum. Hon valdi at suspendera deildarleiðaran í tveir mánaðir, men henda avgerð varð ógildað av Mentamálaráðnum, tí tað var ein ov drastisk avleiðing, varð sagt. Dimmalætting viðgjørdi málið, og niðurstøðan var, at skilagóði leiðarin stríddist við nøkur hysterisk starvsfólk.
Men støðan er ikki batnað. Í dag eru omanfyri tveir triðingar av lærarunum sjúkrameldaðir, og næmingar vita ikki, hvussu tað verður við royndunum, í februar. Sosialurin hevur roynt at fingið viðmerking frá sjúkrameldaðu lærarunum, men teir, sum vit hava fingið orðið á, tykjast beinleiðis bangnir fyri avleiðingunum, um teir standa alment fram.
»Eg veit, at leiðarin fer at brúka tað ímóti mær aftur« og »bara við at snakka við teg, fer hjarta upp at duka« vóru nøkur av svarunum, sum vit fingu. Lærararnir, sum vit tosaðu við, høvdu tó einki ímóti, at málið verður viðgjørt í miðlunum, tí sum ein segði, »hetta má fáa ein enda«.
Rektari í bíðistøðu
Heilsuskúlin í Suðuroy er partur av Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya. Men rektarin á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum sigur, at ábyrgdin fyri útbúgvingarstøðinum og trivnaðinum liggur hjá deildarleiðaranum, Susannu Høgh Olesen.
- Tað er deildarleiðarin har suðuri, sum hevur ábyrgdina á økinum, og hon má sjálv svara fyri støðuni, sigur Súsanna Mortensen. Hon sigur, at hon royndi at gera sítt, tá hon sendi leiðaran til hús í tveir mánaðir, men tann avgerðin var ógildað av Mentamálarráðnum. Síðani hevur deildarleiðarin fingið coaching og skeið fyri betur at vera før fyri at loysa samstarvstrupulleikar.
- Tað er greitt, at vit ikki standa á síðulinjuni í so langa tíð, at tað gongur út yvir næmingarnar og royndirnar, men í løtuni hevur Susanna Høgh Olesen ábyrgdina, og tað er upp til hennara at finna eina loysn, staðfestir rektarin á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum, Súsanna Mortensen, sum ikki vil siga meira um málið.
Fakfelagið uppií
Forkvinnan í Almanna- og heilsurøktarfelagnum, Jóhanna Køtlum, sigur at felagið kennir til trupulleikan, og at tey arbeiða við at finna eina loysn. Men hon vil ikki útdýpa, hvat ítøkiliga verður gjørt.
-Vit hava limir, sum eru næmingar á skúlanum, og sjálvandi kunnu vit ikki góðtaka, at næmingarnir ikki fáa nøktandi undirvísing. Í februar skulu næmingar enda útbúgvingina sum heilsurøktarfrøðingar, og hesi skulu bæði ígjøgnum skrivligar uppgávur, verkætlanir og royndir, men allir lærararnir innan sjúkrarøkt eru sjúkrameldaðir, greiðir Jóhanna Køtlum frá.
Í løtuni eru hesir sjúkrarøktarnæmingar í starvsvenjing, men eisini í starvsvenjingartíðini hava tey brúk fyri kontaktlærarum, ið sum kunnugt eru sjúkrameldaðir.
Spurd, hvussu leingi felagið kann góðtaka støðuna, sigur Jóhanna Køtlum, at støðan kann ikki góðtakast, felagið arbeiðir við málinum, og hon vónar, at trupulleikin verður loystur innan alt ov langa tíð.
Sjálv hevur leiðarin á skúlanum, Susanne Høgh Olesen, onga viðmerking til málið. Tá Sosialurin ringdi og spurdi, hvat um hon helt um støðuna, nú allirsjúkrarøktarlærararnir á Heilsuskúlanum eru rýmdir til hús, var einasta svarið: Eg veit einki, og eg sigi einki.
Mentamálaráðið megnar ikki uppgávuna
Heilsuhjálparafelagið er tað fakfelagið, sum hevur flest næmingar í skúlanum. Forkvinnan í felagnum, Ása Olsen, lýsir støðuna sum ein ræðuligan trupulleika, sum Mentamálaráðið eftir øllum at døma ikki er ført fyri at loysa.
- Tvey heilsuhjálparahold ganga í skúlanum, og tey skulu út í endaliga starvsvenjing í januar. Men tær seinastu tríggjar vikurnar hava tær fingið undirvísing í enskum, donskum og føroyskum.
Einastu lærararnir á skúlanum eru tveir fólkaskúlalærarar og leiðarin sjálv.
- Tað sigur seg sjálvt, at hetta gongur slett ikki. Stríðið hevur vart eitt heilt ár, og Mentamálaráðið hevur ikki gripið inn enn. Tí kunnu vit ikki siga annað enn, at Mentamálaráðið ikki er í stand til at loysa málið, sigur Ása Olsen, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum.
- Vit løgdu rygg til at fáa útbúgvingar út um landið, og tí harmar tað okkum almikið, at útbúgvingarnar nú fara í knús, uttan at Mentamálaráðið ger nakað, sigur Ása Olsen.
Heilsuhjálparfelagið hevur havt fund við Mentamálaráðið og eisini havt samband ígjøgnum telefon. Tey hava handað ráðnum skrivliga klagu frá næmingum, men kortini er einki hent.
- Tað einasta vit fáa frá Mentamálaráðnum er ein slutur fyri ein slatur. Tey vísa bara til rektaran, men rektarin hevur ikki heimild at grípa inn. Og tá hon royndi at gera okkurt við málið, varð avgerð hennar ógildað av Mentamálaráðnum, staðfestir Ása Olsen.
Næmingar kroystir
Ása Olsen leggur dent á, at hon ikki vil fara inn í sjálvt stríðið, tí tað hevur ikki nakað við hennara fakfelag at gera, men tað ræðuliga er, at næmingar liggja í klemmu og tvær heilar útbúgvingar eru við at fara í sor.
- Vit hava fingið telefax frá einum heilum flokki av næmingum so seint sum í gjár. Klassin vísir sína ónøgd við undirvísingina. Men tað virkar sum tora tey ikki at fara til leiðara sjálvan, og tað er sjálvandi álvarsligt í sær sjálvum.
Næmingarnir fáa einki gjørt, tær mugu bara finna seg í støðuni, og tað einasta tær hava fingið at vita, er at tær fáa neyðugu undirvísingina.
- Men tað er sjálvandi heilt burturvið, tí enskt, danskt og føroysk undirvísing er ikki nokk undirvísing fyri heilsuhjálparar. Fleiri umhugsa at gevast, og eg má siga, at skulu útbúgvingarnar bjargast, skal tað vera beint nú. Um eina viku er ov seint, sigur Ása Olsen, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya.