Hví skal eg hjálpa heima? Tað gera vinfólkini ongantíð!
Og so stendur tú har. Við hárinum í dustinum, uppvaski upp undir loft og vaskiklæðum eftir øllum kjallara¬gólvinum, og tú spyrt: Hví hundan skal eg gera alt her í húsinum?
Men tað nýtist tær als ikki. Tí børnini kunnu saktans taka bæði eina og tvær hendur í heima við hús.
Vit hava prátað við ein barnaserfrøðing um hetta við børnum og húsligum skyldum. Alice Simonsen er námsfrøðingur og leiðari hjá Barnabata. Hon er sannførd um, at tá børn og foreldur eru saman um dagligu uppgávurnar, menna tey eina felags ábyrgd fyri trivnaðin í familjuni. Tey verða nøgdari og tey føla eisini, at tey hava týdning í familjuni.
– Tað gevur børnum førleikar, ið tey kunnu brúka í øllum sosialum viðurskiftum, hvar tey so enn eru, eisini seinni í lívinum. Sjálvsálitið verður ment, tí tey vita, at tey megna at fara í holt við ymiskar uppgávur, og tey hava týdning fyri onnur, har tey bæði geva og fáa, sigur Alice Simonsen, sum umframt at vera námsfrøðingur, eisini hevur eftirútbúgving í supervisjón og samskifti. Hetta kemur henni eisini til gagns í arbeiðinum sum ráðgevi og dagligur leiðari hjá Barnabata, har tey eitt nú reka barna- og ungdómsráðgevingina og heimasíðuna www.eg.fo.
Familjan sum toymi
Sambært Alice Simonsen, eiga vit at fata familjuna sum eitt toymi, har virðingin millum partarnar hevur alt at siga, um samstarvið skal eydnast.
– Í familjutoyminum hava foreldrini leiðsluna, og børnini verða vegleidd í at taka lut og at taka ábyrgd saman við foreldrunum. Tað er sera umráðandi, at foreldrini samstarva væl sínámillum, og at tey eru tilvitað um, at børnini, frá tey eru heilt smá, hava tørv á og gagn av at hava sosiala samveru og uppgávur, ið kemur øllum í húskinum til gagns, sigur Alice Simonsen.
Hon hevur drúgvar royndir við at arbeiða við størri børnum og tann¬áringum, har hon serliga hevur lagt dent á at menna fólkaræðiliga samveru og samskifti millum vaksin og børn. Hetta merkir millum annað, at børn hava avgerðarrætt í so nógvum viðurskiftum, ið viðkoma teimum, sum til ber.
Kunnu hjálpa við øllum
Men hvar kunnu børnini vera við í dagliga húsliga arbeiðinum, spyrja vit Alice. Og hon er skjót at svara, at børn kunnu vera við í í flestu dagligu uppgávunum, líka frá rudding og matgerð, til at verða við til at taka avgerð um, hvat skal keypast, tá ið farið verður til handils og til at fyrireika virksemi í familjuni annars. Men tað er umráðandi at hugsa um, hvørjum menningarstigi, barnið er á, og hvat barnið er ført fyri, so barnið ikki fær uppgávur, ið eru ov krevjandi.
– Grundleggjandi dáma børnum væl at hjálpa við ymiskum húsligum uppgávum. Tað, sum er avbjóðingin hjá teimum vaksnu er, at hava virðing fyri børnunum og teirra arbeiðsferð, at vera jalig og tolin, tá uppgávurnar skulu gerast, at børnini føla samanhaldið, og at orðið vit verður brúkt meira enn eg og tú, sigur Alice Simonsen.
Minst til viðurkenning
Námsfrøðingurin, sum eisini í arbeiði sínum hevur havt ábyrgd av barna- og ungdómsráðum í Margarinfabrikkini, vísir á, at børnini longu frá tí, at tey eru smá, kunnu læra at luttaka í prátinum um, hvørji ynskir tey hava. Eitt nú tá uppgávur skulu býtast út millum familju¬limirnar, og hvat skal verða á matarskránni komandi dagarnar.
– Tó eiga foreldrini altíð greitt at vísa, at tey hava ábyrdina av, at upp¬gávurnar eru aldurssvarandi, og at tað er teirra ábyrgd at stuðla børnunum í uppgávunum. Ikki minst hevur tað stóran týdning, at øll fáa viðurkenning fyri at játta og at gera uppgávurnar, sigur hon.
Og hon leggur áherðslu á, at børn eiga ongantíð at hava ábyrgdina av trivnaðinum heima, og eiga ongantíð at røkja uppgávur, ið tey vaksnu hava ábyrgdina av at røkja. Til dømis hava børn í familjum, har foreldrini drekka, eru sálarsjúk ella á annan hátt eru veik, ofta alt ov nógvar skyldur og alt ov stóra ábyrgd, og tá er tað beinleiðis skaðiligt.
Týðandi sosialisering
Eitt annað, sum vit práta við serfrøð¬ingin um, er hvørjar avleiðingar kunnu standast av, at børnini ongar uppgávur hava heima.
Her hugleiðir Alice Simonsen um, at í summum førum gera børnini sjálvi fleiri royndir at taka lut í húsligu uppgávunum, men verða steðgað, tí foreldrini til dømis ikki hava tol at bíða, ella tí tey snøgt sagt ikki vilja, at børnini skulu luttaka í dagligu uppgávunum.
– Her kunnu avleiðinginarnar verða nógvar og óhepnar fyri bæði barnið og foreldrini, tí børnini sleppa ikki at gera sær sínar egnu royndir, sigur Alice Simonsen, sum vísir til sálarfrøðiliga hugtakið »curlingbørn«, ið var nógv frammi fyri nøkrum árum síðani. Hetta var ein stórur bólkur av børnum, sum ígjøgnum barnaárini blivu vard móti øllum avbjóðingum, forðingum og uppgávum, og tí fingu tey stórar trupulleikar við eitt nú at megna uppgávur, bæði sum einstaklingar og saman við øðrum.
Sostatt kunnu vit staðfesta, at tá eitt barn upplivir gott samstarv millum øll í húskinum, og tá tað er javnvág í, soleiðis at øll føla seg at hava týdning fyri hvønn annan, hevur tað eina sera positiva ávirkan á trivnaðin.
– Tað gerst lættari hjá øllum at vera saman, at tosa saman, og tað eru færri ósemjur. Nøgdsemið hjá bæði børnum og vaksnum veksur samsvarandi við, at sjálvsvirðið veksur, sigur Alice Simonsen at enda.
--
ST-Barnarættindasáttmálin um børn og skyldur
12.grein: Børn hava rætt til at siga sína hugsan og krav uppá at hugsan teirra verður vird.
31.grein: Børn hava rætt til frítíð, hvíld og spæl og at taka lut í mentunarligum og skapandi virksemi.
32.grein: Samfelagið hevur skyldu at verja børn fyri arbeiðsumstøðum, ið kunnu hótta teirra heilsu, upplæring og menning. Minstialdur og trygd eiga at verða fyriskipað.
--
Curlingbørn
Børn, ið verða viðfarin sum curlingsteinar, har tvey fólk kveistra allar forðingar til viks. Barnið kemur gjøgnum barnaárini uttan at koma í samband við natúrligar avbjóðingar, tí foreldrini avgreiða alt fyri tey. Foreldrini gera hetta, tí tey vilja barninum tað besta, men gera í roynd og veru barninum eina bjarnatænastu.
Barnið fær ikki neyðugar lívsroyndir, eitt nú í samstarvinum við onnur. Ei heldur fær barnið venjingar í at gera heilt vanligar gerandisuppgávur, sum eru neyðugar at duga, um ein skal mennast aldurssvarandi. Barnið fær heldur ikki ment forvitni og skapanarhugin, sum er umráðandi fyri handlikraftina og lívsgleðina.
--
Hóskandi ábyrgd hjá einum 12 ára gomlum:
1. At halda skil á egnum klæðum. Vaska tey, leggja tey upp á pláss og at velja, hvat tey skulu í .
2. Sínum egna mati. Smyrja matpakka ella fáa sær ein bita sjálv/ur, um ongin er heima.
3. Vera før/ur fyri, at røkja sítt starv. Í hesum aldrinum merkir tað skúlan.
4. At rudda og vaska sítt egna kamar.
Eftir: Jesper Juul, familjuterapeutur í 24timer.dk