Heilur skúlaklassi sendur í sóttarhald

Í gjár vórðu tveir tilburðir av koronur

Í gjár vórðu tveir tilburðir av koronu, staðfestir. Tað . Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Annar tilburður varð staðfestur, tá ið eitt fólk, sum er komið til Føroya, læt seg kanna, tá ið tað hevði verið er í tríggjar dagar. Hitt fólkið er smittað í Føroyum, men tað er ikki greitt, hvar tað er smittað. Í gjár vórðu 536 fólk kannað fyri koronu og nú eru tað 32 fólk í Føroyum, sum hava koronu.

 

Ein, sum hevur fingið staðfest koronu fríggjadagin, er eitt barn í 2. klassa á skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík, og skúlin skrivaði á heimasíðuni um vikuskiftið, at í samráð við landslæknan verður heitt á øll børnini í 2. klassa um at lata seg kanna sum skjótast.

 

Fyri at minka um vandan fyri at smittan fer at breiða seg á skúlanum, hevur landslæknin gjørt av, at øll børnini í 2. klassa fara í sóttarhald í 10 dagar, og soststt sleppa tey ikki aftur í skúla aftur fyrr enn mánadagin 20. september.

 

Annars er mannagongdin tann, at lærarar og børn skuldu lata seg kanna aftur í dag, mánadagin, sum var fjórða dagin eftir at smittan varð staðfest, men so skuldu tey eisini lata seg kanna mikudagin og sunnudagin. Annars skuldu børnini í 1. og í 3. klassa eisini lata seg kanna í dag og mikudagin.

 

Annars heitir skúlin staðiliga á øll børn, umframt á foreldrini, og onnur avvarðandi um at vera serliga varin og eru nøkur sjúkutekin verða tey biðin um at vera heima og lata seg kanna alt fyri eitt.