Heim er har tú følir teg best

Tá vit hyggja at orðinum ‘Heim’ í føroysku orðabókini, fær orðið týdning ið er tengdur at einum stað, einum bygningi, húsi, og bústaði.

Def: heim1 -s ~ h3
1 Staður har ein býr, heimbýli, heimahús, heimvist, hús, bústaður, heimbygd

HEIM OG BÚSTAÐUR

Tá ein skal forklára hvat eitt heim er, verður tað ofta sett í samband við hús, íbúðir, ella annað ítøkiligt, men tað er ofta kenslan “at kenna seg heima”, ið veruliga lýsir týdningin av orðinum, sigur Erling Fles, løggildur sálarfrøðingur. Eg plagi at samanberða orðið ‘heim’ við eitt fuglareiður, at heimi hjá einum fólki helst skal vera trygt, soleiðis at man kann at fara út í samfelagið, og vera sikkur. Akkurát sum ein fuglur kennir seg tryggan í reiðrinum, áðrenn hann tekur fyrsta stig at læra seg at flúgva, sigur hann.

Lýsingin omanfyri er allar helst tann fyrimyndarligi týdningurin av orðinum “heim”, tó er tað ikki altíð at heim kennast trygg, mennandi, ella følast sum eitt heim. Tað kemur fyri seg, at onnur støð veita “heima” kensluna, tað kann henda seg at onnur støð veita tryggleika, eru mennandi, og virðandi, og tískil kennast meira sum eitt heim, enn tín bústaður, sigur Erling Fles.

Heim er ein kensla, ein kensla blandað av tryggleika og hugna, og ofta kann hendan kenslan verða tengd at lutum, so sum myndum, teppum, stólum, ella øðrum lutum sum gera eitt heim, ja, heimligt.

INNRÆTTING OG HEIM

Norðurlond eru kend fyri teirra ljósa og minimalistiska

innanhýsis snið, og hesi snið eru vorðin ógvuliga eftirspurd runt heimin tey seinastu árini, helst av tí estetisku kensluni, ið er bundin at sniðgevingini. Hóast minimalisma er eitt rák, tá tað kemur til innanhýsis innrætting, er føroyska mentanin meira merkt av persónligari innrætting. Norðurlendska sniðgevingin sæst aftur í føroysku heimunum, men ístaðin fyri eina eyðkenda sniðgeving, er hon meira persónling við myndum, lutum, ið bera persónlig minnir, og ávísum lutum, sum bera ávísar kenslur fyri tann einstaka, sigur Erling Fles.

Man kann siga tað soleiðis, at innanhýsis sniðgevingin í Føroyum er ein lýsing av okkara tilveru, okkara sosiala lívi, og mentanarligu virðum, sigur hann. Eyðkenda modernaða heimið er ljóst, hevur reinar linjur, tað er samanhangur í 

FØLIR TEG BEST

farvunum, og er í Føroyum eisini merkt av mentanarligu virðunum, og persónligheitini hjá tí einstaka. Eitt nú er tað ógvuliga serkent í Føroyum at hava seyðaskinn til pynt í stovuni, og so at veggirnir eru prýddir við familjumyndum, og myndum, ið hava tilknýti til okkurt serstakt hjá tí einstaka.

Í grundini kann ein siga, at sniðgevingin av føroyskum heimum, er ógvuliga persónlig, lutirnir sum vit prýða heimið við, ímynda okkara tilveru, okkara mentan, og okkara sosialu virðir. Lutirnir, ella sniðgevingin, draga fram minnir og kenslur sum longsul, gleði, kærleika, o.s.fr. ið ímynda okkara tilveru, okkara sosialu virðir, og okkara mentanarligu virðir. Av tí sama kann ein gera eina niðurstøðu, ið leggur dent á hvussu okkara sniðgeving og okkara persónligheit er drigin at kenslum, heldur enn at hava minimalismu sum miðpunkt.

Heim kann verða lýst sum sambond, ið eru tengd at kenslum til ting, huglag, onnur fólk, og persónlig virðir, sigur Erling Fles.

FØROYSKA HEIMIÐ TÁ OG NÚ

Rák flyta seg, og broytast gjøgnum tíðina, tað sama hendur tá tað kemur til áskoðanir og ætlanir hjá fólki, eins og innrættan í einum heimi. Um man hevur í huga hvussu eitt heim sá út fyrr, og síðan samanber tað við heimi nú, so er heimi ikki tað sama nú, sum tá.

Fyrr hevði man eina roykstovu, eina fína stovu, køk o.s.fr. øll rúmini høvdu ein ávísan týdning, køkurin var til mat, roykstovan til hugna, og fína stovan til fína vitjan. Í

dag er vanligt at stova og køkur eru sama rúm, og at man bara hevur eina stovu heldur enn eina fína og eina vanliga, tað passar ikki til rákið við minimalismu. Rákið hevur flutt seg frá fleiri rúmum til eitt multifunktionelt rúm, eitt rúm har øll eru meira samlað, innrættingin er einklari, og fólk brúka meira tíð saman. Onkursvegna, hóast innrætting og virkni broytist gjøgnum tíðina, er heim og hugni ein samanhangandi eind, sigur Erling Fles, hugnin skapar tryggleika, og í grundini er heim eitt stað tú kennir teg tryggan, sigur hann.

Kenslan av at tað skal verða hugnaligt, trygt, og avslappandi at verða heima, liggur djúpt í føroysku mentanini. Tað sæst aftur í innrættingini av heiminum, eins og hugnaløtunum sum eru vorðnar ein sjálvfylgja heldur enn nakað annað. Eitt typiskt familju-fríggjakvøld verður brúkt í sofuni framman fyri sjónvarpinum við onkrum lekkrum aftur við, soleiðis gerst hugni tann reyði tráðurin gjøgnum lýsingina av orðinum heim.

TÚ, TÍNI VIÐURSKIFTI, OG HEIM

Menniskjan hevur tað sum hon følir tað, heim er tengt at kenslum og hugsanum um ein sjálvan, sigur Erling Fles. Um vit taka dømi um fuglareiðrið aftur, um fuglurin ikki kennir seg tryggan, áðrenn hann fer úr reiðrinum, kemur fuglurin ikki at kenna tryggleika á sama hátt, sum fuglurin, ið lærdi um tryggleikan í reiðrinum, leggur hann afturat. Hetta er eisini galdandi fyri fólk, allar fatanir um heim, og kenslur í samband við heim, eru ymiskar fyri hvønn persón. Um tú hevur eitt gott ella eitt ringt heim, hevur tað eina ávirkan

á tína fatan av hvussu eitt heim er, ella skal vera. Heim er eitt lutfalsligt orð, har týdningurin av orðinum broytist frá persón til persón, tískil ber tað ikki til at seta eina ávísa frágreiðing á, hvat orðið merkir fyri øll. Sostatt ber til at vísa á, at tín tilvera hevur ávirkan á, hvussu títt heim sær út og følist.

HEIM ER EIN LUTFALSLIG FATAN

Eingin er líka, og av tí sama hevur eingin somu fatan. Hyggja vit nærri at orðinum, og hugsa um hvussu vit sjálvi tulka tað, so kann man heilt sikkurt siga, at eingin hevur somu tulking. Tó, so kann man broyta sína tulking. Fyri summi er tað neyðugt at flyta heim. Um man nú býr í einum keðiligum heimi, við einum sera negativum umhvørvið umkring seg, so ávirkast man sjálvandi neiliga. Sleppur man so burtur frá hesum, og í eitt meira jaligt umhvørvi, so kann tað fáa ein at hugsa, at ‘heim’ er eitt gott og trygt stað. At ein nú sær, at heimið ikki er eitt neiligt stað, ella ein neilig kensla, men hinvegin, at tað er eitt stað ein hoyrir til og følir seg tryggan. Tað eru fleiri mátar ein kann skapa sær eitt heim uppá. Tú skapar tær eitt heim saman við einum maka, ið tú flytir út í egnan bústað við. Tú skapar tær eitt heim saman við tínum vinfólkum tá tú fer uttanlands at lesa. Tú skapar tær egnan bústað, tá tú búsetir teg har títt arbeiði er. Summi vilja vera við, at heimið er har tey føla seg tryggan, og eru vird, hoyrd, og sædd. Og umvent, at tryggleikin er har heimið er. Eitt heim er ein kjarna við øllum tí ein brúkar, at brynja seg við, tá man fer heimanífrá, og út í verðina at menna seg.