Myndugleikarnir siga, at í landslutinum Santo Domingo de los Tachilas høvdu sjey ungfólk drukkið heimabryggj, tás tey vóru komin saman at fegnast um tann fyrstas sigurin í HM-kappingini.
Franska tíðindastovan AFP skrivar frá løgregluni í Ekvador, at fimm av teimum ungu fótbóltsfjepparunum vóru deyðir, tá løgreglan kom á staðið. Hinir báðir liggja á sjúkrahúsi.
Ekvador vann dystin ímóti Honduras við tveimum málum ímóti einum. Enner Valencia skjeyt bæði málini. Carlo Costly skoraði fyri Honduras.