Heimastýri - ein tipt vesikumma

”Eitt vesi við tiptari kummu. Hvørt rør, hvørt op, hvørt hol. Tipt. Steintipt”

Soleiðis sær heimastýris(ó)mentanin út í eygunum á rithøvundanum Carl Jóhan Jensen í nýggja ritlinginum, Apuvit og Heimastýri


Stutt fyri jól gav høvundurin, Carl Jóhan Jensen, út ritlingin Apuvit og Heimastýri. Um sama mundi fylti høvundurin fimti ár. Ásannandi, at hann og Heimastýrislógin eru um sama aldur, hevði høvundurin sett sær fyri, hátíðarhalda hendingarnar við einum ritlingi á fimti síður. 



Politiskt onki

Tær fimti síðurnar í Apuvit og heimastýri umfata eina fagurfrøðiliga hugleiðing um list, nevnd ”Tíð og tiptar listir”, eina flaggdagsrøðu í Vágunum men fyrst og rúgvumiklast nakrar heldur speirekandi eygleiðingar av, hvat tað vil siga, at vaksa upp og royna at búnast undir Heimastýristilstandinum.

Íblásturin til at skriva hesar eygleiðingar í ritroyndarstíli við heitinum Apuvit og heimastýri, hevur høvundurin fingið frá nøkrum politiskum greinum, ið Jørgen Frantz Jacobsen skrivaði fyrst í tjúgunum um sína egnu tíð.

- Greinarnar hjá Jørgen Frantz eru fyri tað fyrsta rættiliga góðar. Eisini haldi eg, at hansara máti at greina samfelagið sæð í ljósinum av hendingum í hansara egna lívskeiði, er sera viðkomandi. Eg havi so gjørt nakað í sama stíl, sæð í ljósinum av heimastýrinum, sigur Carl Jóhan og minnir á, at hesar hugleiðingar ikki skulu lesast sum ein frøðiligur tekstur.

Sambært Carl Jóhan er Heimastýri eitt slag av tilstandi, ið verður stýrdur av eini fatan av (heimastýris) heiminum, ið høvundurin kallar Apuvit. Hendan fatan ella hugburður kemur til sjóndar í einum logikki, ið breiðir yvir alt, sum onkursvegna er tvørligt ella hugstoytt, eftir teirri meginreglu, at alt er, sum tað alment verður sagt at vera (á prenti ella á donskum), antin tað er so ella ikki. Við síðuna av hesi fatan rekst eitt serbrigdi av Heimastýrishugsan, sum eitur ”Læran um politiskt onki”. Hon kundi eins væl itið ”Læran um politiskt hvørki”. Í báðum førum er hon úrslit av einum politikki, sum bæði vil alt møguligt, men samstundis onki vil – also vil hann hvørki ella onki. 



Málið sum lagna

Men hvussu kennist tað so fyri ein rithøvund at liva í hesum innantóma heimastýristilstandinum?

- Eg kann ikki svara fyri onnur, men sjálvur havi eg í vaksandi mun kent heimastýrið sum eina andliga og mentanarliga forðing. Í øllum førum síðani eg bleiv mentanarliga ella listarliga tilvitaður. Eg kenni meg stutt sagt avmarkaðan og havi støðugt eina trongd at spreingja hetta heimastýrishylkið av mær.

Spurdur, hví hann so ikki bara sleppur sær av landinum, sigur Carl Jóhan, at tað hevði lítið nyttað.

- Føroyska málið er mín treyt fyri at virka sum høvundur. Tískil er málið eisini mín lagna, um tú vilt. Jú, eg kundi sjálvandi fari, men eg hevði í veruleikanum ongantíð sloppið burtur. Tú kanst ikki flýggja undan lagnuni ...

Í ritroyndini ”Tíð og tiptar listir” kemur høvundurin eitt sindur nærri at, hvat tað er, sum ger tað so avmarkandi at fáast við list í Føroyum.

Fyrst og fremst er tað ein hugburður, sum altíð vil umbera. Ikki illkennast. Ikki róta upp. Skjótt sagt ein hugburður, ið vil eina list í andligum frígiri. Í føroyskari list er samtíðin annaðhvørt illa kend ella gjørd leys við teir partar av henni, ið kunnu ella kunnu ætlast at ørkymla breiðsemjuna – tað allarheilagsta í føroyskum hugsanarlívi.

Hóast glottar eru at hóma, sambært Carl Jóhan, má afturlatna heimastýrið opa seg mentanarliga, áðrenn nakað munagott kann henda á listarliga økinum. Eitt upptak má til. Ein úrtipping, so skolað kann verða ígjøgnum heimastýrisvesið.