Heimavøllurin verður avgerandi

Hondbóltur - Neistin loysti torføru uppgávuna til fulnar og fekk bæði stigini við sær til hús úr Vági. Neistin skal spæla fýra av seinastu fimm landskappingardystunum í høllini á Hálsi, og tað kann vera ein fyrimunur, nú seinasta royndin skal gerast at røkka finaluplássi

Tað var síðsta útkall hjá Neistanum.Taptu neistakvinnurnar hevði verið lítið sannlíkt, at tær høvdu havt virknan leiklut í finalustríðnum. Tað, sum var síðsta útkall, er nú ein stórur fyrimunur. Neistin er tvey stig aftan fyri ovastu liðini, men bæði Tjaldur og Stjørnan skulu á vitjan í høllini á Hálsi næsta mán­aðin. Neistin hevur bara ein úti­dyst eftir á skránni. Tað er móti botn­propp­inum StÍF – og granna­upp­gerðin móti Kyndil, har Neistin skal spæla sum útilið.
Sjey mál skilti liðini, tá Neistin vann á VB, sum undan dystinum ikki hevði tapt í síðstu fimm lands­kappingardystunum.

Tætt í oddinum
Neistin er tvey stig aftan fyri Stjørn­una, og tvey stig aftan fyri Tjaldur. Neistin er undir trýsti, tí liðið hevur tapt tvær ferðir fyri bæði Stjørn­uni og Tjaldri, men bara vunnið eina ferð á hvørjum teirra.
Hóast Neistin skal spæla móti odda­liðunum eina ferð aftrat, styrk­ir tað ikki um støðuna, kann tað serliga fáa stóran týdning, at dyst­irnir eru á heimavølli.

Torførur dystur
VB er komið upp í ferð, og vágs­kvinn­ur hava skavað eina rúgvu av stigum saman seinastu vikurnar. 9 stig av 10 møguligum vóru ræðandi hagtøl, áðrenn Neistin fór til Vágs. Tað løgdu neistakvinnur lítið í. Høvuðsstaðarfelagið vann 33-26.
Tað verða dystirnir móti Tjaldri og Stjørnuni, sum vera avgerandi fyri, hvørji lið skulu spæla finalurnar um føroyameistaraheitið. VB og Kyndil hava prógvað, at tey kunnu arga ovastu liðini. Neistin stóð roynd­ina móti vágskvinnum hesa­ferð. Kyndil fer helst at gera alt fyri, at grann­arnir ikki sleppa í final­urnar.
Tað hjálpir lítið at hugsa, hvat kann fara at henda. Um eina viku hava vit kanska øðrvísi støðu. Tá vitjar VB hjá Stjørnuni í Klaksvík, Neistin fær vitjan av VÍF, og Tjaldur spælir á heimavølli móti StÍF.