Heimavirkisfelagið jólasølu

Í ár verður jólasølan hjá Føroya Heimavirkisfelag í Badmintonhøllini í Havn og hon er størri enn undanfarin ár.

Jólasølan hjá Føroya Heimavirkisfelag verður í Badmintonhøllini í Havn um vikuskiftið. Hon verður rættiliga stór, størri enn undanfarin ár og um 35 básar luttaka. Tað eru limirnir í Føroya Heimavirkisfelag, ið eru við í jólasøluni og teir vísa alt handaligt fram, bundnar og vovnar lutir, klipp, lutir úr viði, silvuri, horni og mangt, mangt annað.

Kaffistova verður eisini við einum heitum munni av kaffi og te umframt breyð við góðum føroyskum viðskera. Eisini ris a la mande kann keypast.

Leygardagin kl. 15.00 fara 14 smágentur at syngja jólasangir.

Føroya Heimavirkisfelag er felag fyri fólk um alt landið, ið virka lutir og tiltakið upp undir jól á hvørjum ári er høvuðsinntøkukeldan hjá felagnum.

- Limirnir gjalda ein ávísan part av vøruni tey selja til felagið. Jólasølan plagar at verða væl vitjað og nógv selja heilt fitt. Lutirnir eru ofta øgiliga bíligir, tey flestu taka ikki meir enn fyri tilfarið. Tað sum er umráðandi fyri tey er at tað er hugnaligt at koma saman á eini jólasølu og hitta fólk. Og so fáa vit øll íblástur. Nógv eru ótrúliga dugnalig og kreativ og fleiri av luttakarunum keypa frá hvør øðrum, sigur Mikala Gullklett, ein av fyriskiparunum av jólasøluni.

Føroya Heimavirkisfelag er virkið. Limirnir eru úr 18 árum upp í 70-80 ár. Ofta gongur limaskapurin í felagnum aftur í familjuni, er mamman limir, tekur dótturin við. Av og á skipar felagið fyri skeiði. Skeið hevur eitt nú verið í tøving og í at gera knívar.

Jólasølan hjá Heimavirkisfelagnum byrjar leygardagin kl. 10.00 og opið verður til kl. 20.00. Sunnudagin verður latið upp aftur kl. 14.00 og latið verður aftur kl. 19.00.