At føroyingar eru heimkærir er eingin loyna. Vænti, at allarstørsti parturin av ferðafólkinum hjá Smyril og Atlantic eru føroyingar í utlegd, sum vilja koma HEIM!
Men tað er munur á heimi og heimlandi.
Eg gjørdi eina lítla, sera óseriøsa kanning á Facebook í vikuni og spurdi nakrar útisetar, hvat tey halda er best at koma aftur til, tá tey fara ÚR Føroyum. Eg gav teimum eisini forboð at skriva nakað um veðrið!
Eg væntaði mær svar sum handlarnar, stórbýarlív, bíligari matprísir, skúlan og teir óendaligu møguleikarnir, sum vit so ofta grenja um mangla í Føroyum.
Men git, hvat tey svaraðu øll í ein munn …
"Tað er so deiligt at koma aftur til sín sjálvs, sjálvur at kunna avgera, nær man skal eta og sova og hava sína egnu rútmu."
"Eg dugi nógv betur at disponera tíðina, tá ið eg eri heima hjá mær sjálvum í okkara lítlu íbúð í KBH."
"Eg gleði meg at koma niður og pakka út og vera hjá mær sjálvum."
"Deiligt at koma heim til sítt egna køliskáp, egnan mat, egnan bil. Og enn einaferð, at ein avger tempoið sjálvur…"
Ikki eitt orð um alt tað vit vanliga halda lokkar ungar føroyingar uttanlands. Tey, sum svaraðu, eru bæði slík, sum avgjørt ætla sær aftur til Føroya eftir loknan lestur, og slík, sum hava familju og hava sett búgv uttanlands.
Eg kann gott viðurkenna, at eg bleiv eitt sindur bilsin. Tí sjálv hevði eg avgjørt svarað “shopping, konsertir, ferðast bíliga og so víðari”.
So kanska er tað ikki so vónleyst hóast alt at fáa ungar føroyingar at støðast í Føroyum - tey vilja bara hava tak yvir høvdið og kunna gerast sjálvstøðug.
Er tað so torført? Ja, kanska. Sum Uni Holm Johannesen segði í síni útmerkaðu røðu, tá bóklingurin “Les & Lær í Føroyum” kom út:
"Tað er púrasta vónleyst hjá flestu næmingunum at búgva fyri seg sjálvi. Tað er høpisleyst at leiga í Havn við verandi lestrarstuðli. Úrslitið er, at eg búgvi enn í kjallaranum hjá mammu og babba."
So kanska er tað har politikarnir skulu byrja - byggið fleiri bíligar bústaðir til ung fólk.