Ein 57 ára gamal maður, sum áður starvaðist á einari skrivstovu, hevur nú livað heimleysur í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk, í stívliga tvey ár og níggju mánaðir.
Hann býr í tjaldi. Men, tað eru ikki bara teir fysisku karmarnir, sum niva hann - tað er eisini mátin, sum hann verður viðfarin av kommununi.
Maðurin er Anders Maqe.
- Eg sovi í tjaldi, og tað havi eg gjørt í næstan tvey ár. Tað er kalt at sova í tjaldi, serliga teir køldu dagarnar, sigur hin 57 ára gamli, sum hevur roynt at funnið onkrar loysnir, sum gera, at hann kann klára at halda hitanum. Tískil hevur hann verið á ruskplássinum, har hann hevur funnið sær pappeskjur.
Hann sigur seg hava lært, hvussu hann kann halda hitanum í tjaldinum.
- Her gera pappeskjurnar mun, og eg brúki tær bæði undir og yvir tjaldinum. Mær dámar betur at vera í tjaldinum heldur enn í Kialaarfik, tí reglurnar í Kialaarfik er alt ov harðar fyri meg. Tí havi eg tað betri í tjaldinum.
Sjálvur sigur Anders Maqe, at hann hevur tað gott, men hann hevur eina bøn til kommununa.
- Eg ynski, at starvsfólk hjá kommununi vilja viðfara okkum sum javnsett. Fyri tað, at vit eru heimleys, nýtist tað ikki at merkja, at vit hava minni virðið. Eg føli, at vit vera viðfarin, sum tey, ið eru niðast á stiganum, sigur hann við Sermitsiaq.
Meira um støðuna hjá Anders Maqe kann lesast á - https://www.sermitsiaq.ag/samfund/hjemlos-i-nuuk-vi-bliver-behandlet-som-de-laveste-i-befolkningen/2196581