Uni Arge
------
Ger okkurt nýtt á føroyskum, so er vargur í, og atfinningarnar mótvegis teimum, sum royna tað nýggja, kennir ongi mørk.
So var eisini, tá føroyskt atlas kom út á fyrsta sinni í 1993. Bondskir atfinnarar krøktu seg í orð sum Høvdastað, Sikiloy, Borgundarhólm, Grønhøvdaoyggjar og Bjørgvin, og í teimum orðunum hava teir ógvuliga óuppbyggiliga hingið síðan.
Eftir mínum tykki høvdu teir rætt í, at orð sum hesi vóru óneyðug og eiga at verða broytt. Men teir fóru dyggiliga skeivir, tá teir kolldømdu alt atlasið, tí í mangar mátar hevur tað við sínum 7.000 orðum og mongu góðu kortum verið væl eydnað, og á kjakfundi í Miðlahúsinum í farnu viku nevndu lærarar eisini, at tað hevur verið sera hent upplýsingaramboð í fólkaskúlanum.
Strevar aftureftir
Í løtuni eru røddir tó frammi, ið tykjast vilja broyta føroyska stavseting í landafrøði til danska og enska stavseting og forða fyri, at føroyskt áhaldandi verður nýmótansgjørt sum mál eisini á hesum øki. Vit skulu bakka minst 20 ár aftur í tíðina og skriva Mexico í staðin fyri Meksiko, sigur eitt nú Sjúrður Skaale og ger seg á tann hátt til talsmann fyri, at føroyski málbúnin er liðugt mentur. Alt er so altjóðagjørt, tykist hann at halda, at nú skulu vit bara herma eftir øllum øðrum.
Eftir mínum tykki mælir Sjúrður Skaale við síni skriving til málsligt bakstrev og hugsar lítið um, hvussu stóra ørkymlan hansara uppskot um fremmandar stavir og danska og enska stavseting kunnu elva til. Børnini skriva í dag eftir verandi føroyska stavsetingarhátti. Hví brádliga óumhugsað bakka? Eitt løgið mál hjá løgtingsmanni at seta sær eftir 150 ára langt málstrev, ið m.a. snúði seg um at skapa ein sjálvstøðugan málnorm og menna føroyskt á øllum økjum.
Rætt er, at vit seinnu árini eru vorðin alt meira altjóðagjørd, og at serliga enskt vinnur seg nógv fram. Men hvat annað er hent í heiminum síðan 1990? Vit hava jú fingið eina ørgrynni av nýggjum politiskum eindum og altjóða viðurkendum mentanarøkjum. Í gamla Sovjetsamveldinum fingu vit lond sum Estland, Lettland og Litava, og á Balkan vórðu stovnað lond sum Serbia, Bosnia, Kroatia, Slovenia og Montenegro. Eisini Slovakia, Kekkia og Eysturtimor eru komin aftrat. Samstundis hevur ikki eitt einasta land upployst seg sjálvt.
Gongdin hevur verið, at tað politiska og mentanarliga fjølbroytnið er vaksið og ikki minkað. Samstundis hava vit so eisini sæð, at politiskar eindir hava viljað samstarvað í stórum felagsskapum sum ES, ST og NATO, tó uttan at lata burtur av sínum mentanarligu sereyðkennum. Hetta, haldi eg, mótprógvar uppáhaldinum um, at lond og mentanarlig sereyðkenni eru um at fara í søguna, og at vit málsliga skulu lata okkum standardisera eftir onkrum teknokratiskum frymli hjá ES ella ST.
Dugnalig børn
Spurningurin um, hvussu eitt føroyskt atlas skal gerast, er lættur at svara. Eitt føroyskt heimsatlas kann ikki gerast annað enn føroyskt í útgangsstøðinum, tí er tað ikki føroyskt, ja, so kunnu vit bara bakka aftur og brúka donsk og ensk atlas. Og hvat er so føroyskt í hesum sambandinum? Tað er at brúka føroyska stavseting, har hon hóskar og er natúrlig, og tað kann eisini vera hóvliga at týða støð í heiminum, sum ikki hava ikoniska støðu sum nøvn.
Gera vit hetta, avbyrgja vit als ikki okkara skúlaungdóm frá øðrum málum, sum summi siga. Børn í dag læra væl og virðiliga føroyskt, danskt, enskt og onnur mál við, og á sínum teldum duga tey betur enn nakrantíð at skifta ímillum málini. Tey eru so kring málsliga, at tað mangan er hugtakandi, og tí er tað at seta niður á børn og ung, tá sagt verður, at føroysk stavseting og málslig nýgerð avbyrgir tey frá umheiminum. Tvørturímóti styrkir eitt livandi móðurmál teirra málsliga tilvit.
Sambært teimum, sum gjørdu Heimsatlasið frá 1993, ber als ikki til at gera eitt atlas reglufast málsliga. Onki atlas yvirhøvur er konsekvent málsliga. Fyrst taka atlasini støði í málinum og stavsetingini, har tey eru gjørd, so flyta tey seg yvir í enskan ella týskan stavihátt, og síðan brúka tey tann staðbundna staviháttan. So tað at gera sær vónir um, at vit fult og heilt fáa eitt føroyskt atlas, kunnu vit gloyma.
Sum útgangsstøði skulu vit tí stavseta tey vanligastu orðini, t.d. landanøvn, ávísar býir og onnur støð, á føroyskum, eins og gjørt er í Heimsatlasinum frá 1993, listanum yvir landanøvn hjá Málnevndini og lærubókini Heimurin frá 1990. Eisini skulu vit geva nýggjum fyribrigdum føroyskan ham, tí eitt sindur av nýgerð og yrking krevst, tá brotið verður upp úr nýggjum.
Broyta óheppin orð
Í Heimsatlasinum frá 1993 vóru nøkur orð, sum funnist hevur verið nógv at, og sum eisini vóru óheppin. Hetta við Borgundarhólmi, Bjørgvin, Sikiloy, Høvdastaði og Grønhøvdaoyggjum var óneyðugt. Tað eitur Bornholm, Bergen, Sisilia, Cape Town og Kapp Verde. Vit hava ikki tørv á at fara í kvæðini at vita, hvussu Bergen eitur, tí býurin eitur Bergen, og tað eiga vit at kalla býin. Sisilia eitur Sisilia við s, og Cape Town eitur Cape Town, eins og New York eitur New York.
Her hava andstøðingarnir til Heimsatlasið rætt. Men tá teir siga, at nú skulu føroyingar fara at kalla øll heimsins lond við nøvnum, sum verða brúkt í ymsu londunum, eru teir fortalarar fyri nøkrum, sum má metast sum undirhaldandi Erasmus Montanus-logikkur, ið ikki letur seg gera. Tí skulu føroyingar nú kalla Albania fyri Shgiperia, sum landið eitur á albanskum? Skulu føroyingar kalla Marokko fyri Al Maghrib? Og skulu vit kalla Sameindu Emirríkini fyri Al Imarat al' Arabiyah al Muttahidad?
Nei, soleiðis fara vit sjálvandi ikki at siga, tí vit eiga okkara egna mál at tosa við og duga sjálv at seta orð á heimin. Av tí sama skulu vit gera eitt føroyskt atlas, sum í útgangsstøðinum ikki er enskt, ikki danskt, ikki norskt, ikki íslendskt, men føroyskt.. Men alt skal sjálvandi gerast við máta, ikki minst týðingarnar, og har føroyskt ikki røkkur, flyta vit okkum út í norðurlendskan stavihátt, síðan í enskan stavihátt og at enda eisini í staviháttin í einstaka landinum.
Hetta merkir, at vit sjálvandi skriva Meksiko, Liktinstein, Sveis, Makedónia og Kuba á føroyskum, Århus á donskum, New York á enskum og Ho Chi Minh á staðbundna málinum. Í summum førum mugu vit umhugsa, hvussu langt føroysk stavseting skal fara. Skriva vit Thailand ella Teiland? Í hesum førinum mugu vit gera av, um vit taka atlit til lokala staviháttin og upprunan til orðið thai, ella um vit lata føroyska staviháttin vinna. Bara eitt mugu vit ikki gera: Gera eitt føroyskt atlas eftir staviháttinum í donskum ella enskum, tí okkara útgangsstøði er føroyskt.
Haraftrat skulu vit fara ógvuliga varliga við stavraðnum, tí sambært greinini hjá Sjúrði Skaale »Chile - á góðum føroyskum!« eru ørindi hansara nú ikki einans at fáa inn í stavraðið stavir sum c og x. Nú tykist hann við hesum stavunum at vilja broyta føroyskan stavsetingarsið. Tann ætlanin fer at fløkja innlæringina hjá næmingunum í føroyskum upp í ein ellibita og skaða málsligu nýmenningina. Formaðurin í Málnevndini, Jógvan í Lon Jacobsen, hevur tíbetur ávarað í sjónvarpinum ímóti at broyta stavsetingina, so málið er vónandi í góðum hondum, eisini í einum nýggjum málráði.