Føroyar eru ikki hvør sum helst millum aðrar fiskivinnutjóðir. Í hesum høpi eru vit serfrøðingar, og tí hyggja og lurta hini eftir okkum. Men, mær vitandi hevur eingin streymur verið av londum, sum loypa frá teirra kvotaskipanum, og yvir í okkara fiskidagaskipan. Kann tað hugsast, at okkara fiskidagaskipan kortini ikki er so fantastisk? Ella verður skipanin umsitin so út av lagi illa, at tað ikki ger mun, hvussu góð hon er á pappírinum?
Fiskifrøðingar, sum hava útbúgvið seg at vita, hava javnan verið skýrdir vitleysir – í besta føri verður lurta eitt vet eftir teimum, men bert so oyralippan so dánt førkast. “Vit mugu vóna, at stovnarnir koma fyri seg aftur” segði fisikimálaráðharrin í Degi og Viku í mánakvøldið. Álvaratos, skulu vit byggja okkara høvuðsvinnu á eina skipan, eingin torir ella vil nerta, og so bara vóna, at talan er um natúrlig sveiggj, og at fiskurin nokk floymir innaftur? Hetta er altso ikki nakað smáputl, vit her tosa um. Hetta er okkara høvuðsvinna!
Okkara toskastovnur hevur ikki verið so lítil, sum hann er nú seinastu 100, les: HUNDRAÐ árini. Skilagóð frágreiðing verður við hesum eftirlýst!