Fótbóltur
Vit skriva juni 1988. Italski landsliðsvenjarin Azeglio Vincini hevur úttikið eitt ungt nýtt landslið til EM-endaspælið í fótbólti i Týsklandi hetta summarið. Eftir at hava vunnið heimsmeistaraheitið í 1982, var HM 1986 fullkomuliga misseydnað, og nú skuldi eitt nýtt landslið byggjast upp til HM-endaspælið, sum skuldi verða í heimlandinum um tvey ár í 1990.
Ein av teimum yngstu monnunum á liðinum er 18 ára gamli Paolo Maldini, sum fyri fyrstu ferð trein inn á heimsfótbóltspallin. Unglingin tók øll av bóli. Hann var fastur maður á landsliðinum frá fyrsta degi av og heilt fram til HM-endaspælið 2002, tá ið hann valdi at takka fyri seg á landsliðinum, hóast landsliðsvenjarin framvegis ynskti hann at spæla í azurbláu troyggjuni.
Fyrsta dyst sum 16 ára gamal
Í heimlandinum var ungi Maldini kortini longu kendur undan EM-endaspælinum í 1988. Hann var sonur fyrrverandi landsliðsverjuleikaran hjá AC Milan, Cesare Maldini, sum m.a. var liðskipari tá ið Milan vann Evropa Cup fyri meistaralið í 1963.
20. januar 1985 hevði tann 16 ára gamli Paolo Maldini spælt sín fyrsta dyst í bestu italsku deildini, Seriu A, og frá kappingarárinum 1985-86 var hann sum 17 ára gamal fastur maður á einum av heimsins bestu fótbóltsliðum AC Milan. So tá ið EM-endaspælið i 1988 byrjaði, hevði Maldini longu verið fastur maður hjá AC Milan í trý kappingarár. Tað sást eisini aftur í spælinum hjá 18 ára gamla unglinginum, at her var talan um ein heilt serligan leikara. Eftir EM-endaspælið varð hann mettur at vera millum heimsins bestu vinstru bakkar, og við tíðini skuldi hann gerast kanska tann besti nakrantíð á hesum plássi.
Fullkomin verjuleikari
Serliga í verjupartinum av spælinum hevur Maldini skarað framúr. Í bestu árum var hann kvikur og sterkur. Hann gjørdi sera fá mistøk, og íðni og vilji hansara til at vinna gjørdi, at hann nærum kundi verja ein og hvønn leikara mann til mann. Fram eftir vøllinum dugdi hann eisini sítt. Hann sparkaði væl við báðum beinum, og hann dugdi væl at velja løtuna at koma fram við. Eisini var og er hann sterkur í luftini við deyðbóltsstøður.
Seinnu árini hevur Maldini verið stýrimaður í miðverjuni og liðformaður hjá AC Milan, og tað var hann eisini seinastu árini á landsliðinum. Á hesum plássi hevur hann víst framúrskarandi leiðaraevni, og nú hann ikki er so kvikur longur, so eru tað hesi evni, sum gera, at hann framvegis – 39 ára gamal – spælir fótbólt á hægsta stigi.
Gullárini hjá AC Milan
Tað eydnaðist ikki hjá italiumonnum at vinna HM-kappingina á heimavølli í 1990, men úrslitini og spælið hjá AC Milan hesi árini vóru so mikið góð, at allur fótbóltsheimurin vendi eygunum móti italska meistaraliðnum. Seria A varð vunnin í 1988, og tvey tey komandi árini vann Milan Evropa Cup fyri meistaralið.
Liðið hjá Arrigo Sacchi hugtók fótbóltsheimin við vøkrum álopssinnaðum fótbólti, og serliga hollendingarnir á liðnum Ruud Gullit, Marco van Basten og Frank Rijkaard drógu øll fótbóltseygu móti AC Milan. Men aftanfyri eitt av heimsins bestu álopum var ein stinn verja, sum í fleiri ár framyvir skuldu vísa seg at gerast grundarsteinurin undir einari nýggjari stórheitstíð hjá AC Milan.
Undir Fabio Capello gjørdist spælið meira verjukent, men úrslitini vóru framvegis góð. Fleiri meistaraheiti og enn ein sigur í tí, sum nú æt Champions League, kom til høldar í 1993. Verjuketan var hesi árini seinast 80-árunum og fyrru hálvu av 90-árunum í høvuðsheitum mannað av Maouro Tassoti, Franco Baresi, Alessandro Costacurta umfarmt Maldini. Henda verjuketa stendur í fótbóltssøguni sum ein tann besta nakrantíð. Baresi var tann eleganti stýrimaðurin inni í miðverjuni, og betri lærumeistara kundi Maldini valla fáa.
Hesir báðir fingu eisini ein stóran týdning, tá ið Italia hevði spælt seg í HM-finaluna í 1994 móti Brasilia. Baresi hevði verið skaddur, men var yvirraskandi aftur á beinkinum. Maldini byrjaði tí á tá óvanda plássinum í miðverjuni. Itala hevði fyrstu løtuna stórar trupulleikar av høgra veinginnum hjá Brasila. Jorghino slapp ferð eftir ferð heldur lættliga í gjøgnum, og tí valdi Arrigo Sacchi, sum nú var landsliðsvenjari, at seta veteranin Baresi inn í miðverjuna og flyta Maldini út á vinstra bakk at verja fyri Jorginho. Hetta gav beinanvegin úrslit, og restina av dystinum slapp eingin ígjøgnum í tí borðinum. Finalan endaði 0-0, áðrenn Brasilia vann brotssparkskappingina.
Heimsstjørna í javnvág
Maldini var nú ein verulig heimsstjørna. Hann varð kosin ársins leikari av World Soccer í 1994, og árið eftir kom hann á øðrum plássi, tá ið FIFA valdi liðfelagan í AC Milan Georg Weah til ársins leikara. Millum kvinnurnar var og er hann mettur at síggja sera gott út, og hann hevur m.a. annað verið model fyri Hennes og Mauritz og fleiri onnur klændamerki, harav Nike man vera tað kendasta. Maldini er giftur við venesuelsku fotomodelini Adriana Fossa, sum hann eisini eigur tveir synir saman við.
Hóast sína fantastisku yrkisleið, hevur Maldini alla tíðina hildið bæði bein á jørðini og hildið seg burtur frá sensatiónssøgum í miðlunum. Hann man vera millum teir fáu leikararnar, sum altíð hevur verið í sama felagi, og tað sigur ikki so lítið um hansara støðufesti. Familjan hevur altíð havt alt at siga fyri Maldini, og synirnir 13 ára gamli Christian og 9 ára gamli Daniel spæla báðir við ungdómsliðum hjá AC Milan. Um ein teirra skuldi komið á fyrsta liðið hjá AC Milan, so fær hann troyggju nummar 3, sum fyribils verður løgd á hillina, tá ið pápin gevst at spæla. Tað sama var gjørt við troyggju nummar 6, tá ið Franco Baresi gavst í AC Milan.
Yvir 800 dystir fyri Milan
Eftir sera góðu árini hjá AC Milan fyrst í 90-árunum, so hevur AC Milan seinastu tíggju árini bert vunnið tvey meistaraheitið í 1999 og 2004. Eisini var Champions League vunnin í 2003, og var tað sjálvur Maldini, sum lyfti steypið við teimum stóru oyrunum, eins og pápin hevði gjørt 40 ár frammanundan.
Við italska landsliðinum eydnaðist ikki at vinna nakra kapping. Silvur í HM 1994 og EM 2000 var tað nærmasta, men Maldini mundi vera ein tann fegnasti, tá ið landsmenn hansarsa seinasta summar endiliga vunnu heimsmeistaraheitið aftur.
Maldini náddi at spæla 126 dystir á landsliðinum, harav hann var liðskipari í 64 dystum. Fyri AC Milan hevur hann í løtuni skrivandi løtu spælt fleiri enn 800 dystir, og við 599 dystum er hann eisini tann leikarin, sum hevur leikt nógv flestar dystir í seria A. Um aldarskiftið kom Maldini á 21. plássið, tá FIFA setti navn á 100 teir bestu leikararnar í 20. øld. Hetta sigur ikki so lítið, tí tað er sjáldsamt, at verjuleikarar eru so frammaliga á slíkum listum.
Maldini tekur enn eitt tørn
Nú 22 ár eftir at hann spældi sín fyrsta dyst fyri AC Milan, spælir hann framvegis fyri stórfelagið hjá fyrrverandi italska forsetanum og ríkmanninum Silvio Berlusconi. Mikudagin 23. mai spælir Maldini enn ein týðandi dyst fyri reyð-svart stríputta liðið, tá ið AC Milan og Liverpool møtast í finaluni í Champions League. Tá javnar Maldini metið hjá Francisco Gento, sum við átta finalum hevur spælt flestar finalur í Evropakappingini fyri meistaralið.
Júst Milan og Liverpool møttust í finaluni í Istanbul fyri tveimum árum síðan. Ta ferðina skoraði Maldini tað skjótasta málið, sum nakrantíð er skorað í einari finalu, eftir 51 sekundum. Tann finalan gjørdist kortini ikki serliga minnilig hjá Maldini, tí eftir at hava verið frammanfyri 3-0 javnaði Liverpool og vann at enda brotssparkskappingina. Nú fáa Milan og Maldini so møguleikan at hevna eyðmýkjandi ósigurin fyri tveimum árum síðan, og tá kann Maldini vinna steypið við stóru oyrunum fyri fimtu ferð. Maldini hevur júst melda seg kláran til finaluna, eftir at hava verið skaddur síðan fyrri semifinaluna móti Manchester United. Hann hevur eisini útsett eina skurðviðgerð til eftir finaluna fyri at gerast klárur.
Maldini hevur eisini júst boðað frá, at hann spælir enn eitt kappingarár fyri AC Milan. Tá kappingarárið 2007/2008 endar, er 16 ára gamli unglingin frá 1985 næstan vorðin 40 ár, og so er spurningurin bara, um hann man fara at gevast tá?
Keldur:
en.wikipedia.org/wiki/Paolo_Maldini
www.uefa.com
www.acmilan.com