Heimsins fjórðstørsta vatn tornar upp

-Tað, sum er hent í og kring Aralvatnið, er ein av teimum størstu umhvørvisvanlukkunum í heiminum, og her mugu londini í økinum taka seg saman og gera okkurt. Tað var niðurstøðan hjá ST-aðalskrivaranum, Ban Ki-moon, tá hann herfyri var og hugdi at Aral-vatninum

Einaferð var Aralvatnið í Miðasia tað fjórðstørsta vatnið í heiminum, men tey seinastu 40 árini er vatnið minkað meiri enn 70 prosent. Umhvørvisstovnurin hjá ST, UNEP, sigur, at verður einki munagott gjørt skjótt, tornar tann seinasti dropin í vatninum innan 2020.

Trupulleikarnir byrjaðu í seksti- og sjeytiárunum, tá teir sovjetsku myndugleikarnir gjørdu av at veita vatn úr teimum áunum, sum renna í Aralvatnið, tí tað skuldi brúkast til drekkivatn og til landbúnaðin. Samstundis bleiv støðugt meiri eitrandi avfall frá ídnaðinum latið út í áirnar og haðani í vatnið.

Hesi 30 - 40 árini síðani er Aralvatnið vorðið heilar 18 metrar grynri, enn tað var, og stór øki, sum upprunaliga stóðu undir í vatni, eru nú sum oyðimarkarlandslag.

Ban Ki-moon, ST-aðalskrivari, vildi sleppa at síggja broytingina í Aral-vatninum, tá hann herfyri var í Usbekistan og virjaði. Saman við usbekiska forsetanum, Sjavkat Mirzijajev, var aðalskrivarin eina ferð við tyrlu og skoðaði vatnið og lendið rundan um tað, og tað var ein ikki sørt skelkaður aðalskrivari, sum kom út aftur úr tyrluni aftan á ferðiona:

-Eg varð púra ovfarin. Hetta er heilt greitt ein av teimum størstu umhvørvisvanlukkunum í heiminum, segði Ban Ki-moon við tíðindastovuna Reuters. Á ferðini hevði hann staðið við tað, sum einaferð var bakkin á vatninum, men nú var langt oman til vatnið, og allastaðni lógu gomul rustað skipsvrak á sandinum.

Í 2006 tók evropeiski fyrgisveinafelagsskapurin ESA nakrar myndir av Aralvatninum. Tað gjørdi felagsskapurin eisini í fjør, og broytingin hesi trý árini er einki minni enn skelkandi. Myndirnar avdúka, at umleið 80 prosent av tí eystara partinum av vatninum er tornað upp.

-Ein avleiðing av hesari gongdini er, at fólk gerast sjúk, jørðin verður eitrað, og vindurin ber dust og salt heilt norður til Norðpólin, segði ST-aðalskrivarin sambært heimasíðuni hjá heimsfelagsskapinum.


Eitrandi vindur

Tey, sum búgva í økinum kring Aralvatnið, eru yvirhøvur fátæk og millum tey fátækastu har um vegir. Drekkivatnið minkar í hvørjum, minni og minni fiskur er at fáa, og harafturat hava tey oyðandi samdstormar og dálking at stríðast við.

Kanningar hava víst, at sandstormarnir við Aralvatnið eru eitrandi. Orsøkin er, at nógv evnafrøðilig evni liggja og sløðast fram við vatninum, og av tí at lendið er so turt, fer øll óhumskan við vindinum.

Í dag er vatnið bara ein fimtapartur av tí, sum tað var fyri skjótt 50 árum síðani. Samstundis er botnurin komin undan í støðum, so at í veruleikanum er vatnið býtt í tvey- - Norðara Aralvatnið og Syðra Aralvatnið.

-Eg heiti inniliga á leiðararnar í hesum londunum um at seta seg við samráðingarborðið fyri at royna at finna loysnir, sum kunnu bjarga vatninum, segði Ban Ki-moon. Hann lovaði, at ST fer at veita londunum alla neyðuga hjálp og vegleiðing frá serkønum á økinum.


Var einaferð havnarbýur

Á ferðini í Miðasia vitjaði ST-aðalskrivarin Turkmenistan, Kirgisistan, Tadjikistan og Kasakhstan umframt Usbekistan. Endamálið við ferðini var at eggja londunum til størri samarbeiði, men aðalskrivarin nýtti eisini høvið til at tosa við ríkisleiðararnar um veðurlagsbroytingar og menningararbeiði.

Á ferðini vitjaði Ban Ki-moon millum annað fyrrverandi havnarbýin Mojnaq, ið má sigast at vera eitt livandi ella kanska rættari sagt eitt deytt prógv um ta mannaskaptu umhvørvisvanlukkuna. Til 1980 var býurin ein sera virkin fiskivinnuhavn við suðurendan á Aralvatninum, men í dag er vatnið næstan 100 kilometrar norðan fyri býin. Og skipini og bátarnir, sum einaferð vóru búskaparliga grundarlagið hjá býnum, liggja nú turr á tí turra sandinum, sum einaferð var fleiri favnar undir vatnskorpuni.

Ban Ki-moon fekk eitt prát við fólk í Mojnaq, og tey greiddu honum frá, hvussu børnini plagdu at spæla niðri við vatnið og úti á vatninum. Tey vistu eisini at siga, at fólk har um vegir hava ikki so góða heilsu longur. Heilsan er versnað, so hvørt sum vatnið er minkað, søgdu tey aðalskrivaranum.


Ósemjur forða samstarvi

Tann komandi tíðin fer at vísa, um leiðararnir í londunum kring Aralvatnið fara at gera eftir áheitanini frá ST-aðalskrivaranum um at leggja allar ósemjur til viks og at samstarva um teir ovurhonds stóru umhvørvistrupulleikarnar, ið standast av, at vatnið tornar upp.

Undanfarin ár eru royndir at samstarva farnar fyri skeyti av ósemjum um, hvør skal hava rættindini til vatnið í umráðnum, og hvussu tað skal brúkast. Eitt nú eru usbekar sera misnøgdir við ætlanir um byrgingar í Tadjikistan, tí tað fer at gera, at minni vatn verður í áunum, sum renna úr Tadjikistan um markið til Usbekistan.

-Í einum máli sum hesum tosa vit um felags ábyrgd - ikki bara fyri londini í Miðasia, men fyri allan heimin, segði Ban Ki-moon aftan á ferðina við Aralvatnið.

(Keldur: Reuters/Aftenposten)



FAKTA

* Vatn á markinum millum Kasakhstan og Usbekistan, eystan fyri Kaspiska Havið. Varð 68.000 ferkilometrar og leingi roknað sum heimsins fjórðstørsta vatn.

* Tey seinnu árini er ov nógv vatn veitt úr áunum, sum renna í Aralvatnið, sum tí er grynt nógv og harvið minkað munandi. Longu í 1987 var vatnið minkað umleið 60 prosent. Samstundis varð saltinnihaldið tvífaldað, og tað beindi fyri fiskivinnuni.

* Í 1990 vístu mátingar, at Aralvatnið var 45.000 ferkilometrar, í 1998 var tað 26.687 ferkilometrar, og í 2004 bleiv tað mátað til at vera 17.160 ferkilometrar. Metingar hjá ST vísa, at vatnið kann hvørva av heimskortinum innan 2020, um verandi gongd heldur fram.

* Tað, sum er eftir av vatninum, er illa dálkað, og harafturat er nógv salt í vatninum.

* Umleið 200.000 tons av sandi og salti fara av tí upprunaliga botninum við vindinum um samdøgrið, og tað hevur oyðilagt stór landbúnaðarøki rundan um vatnið. Samstundis líkist økið meiri og meiri einari oyðimørk.

__________________________________________________________