Heimsins fyrstu mjólkarkpakkar fyri blind

Fyri 25 árum síðan:

Tíðindablaðið Sosialurin skrivar 2. apríl 1985 at Kazuomi Enomoto á Mjólkarvirki Búnaðarmanna hevur gjørt ein uppfinning, sum helst er eindømi í øllum heiminum.


Talan er mjólkarpakkar, sum eru gjørdir soleiðis at blind fólk við at nerta við pakkarnar beinanvegin vita um talan er um vanliga, hálvskúmaða, skúmaða ella súrgaða mjólk, sum er í pakkunum.


Tað er Kazuomi Enomoto á Mjólkarvirkinum, ið hevur uppfunnið og gjørt maskinuna, sum ger at tey blindu kunnu merkja hvussu nógvar sonevndar holustrikur pakkin hevur, og harvið vita tey, hvat slag mjólkin er.


Mjólkarpakkarnir eru gjørdir í samráð við Blindafelagið. Ása í Dímun, formaður í Blindafelagnum, sigur, at tey eru sera væl nøgd við hetta tiltak.


Blaðið skrivar m.a. eisini, at Vágoyggin er á gosi um valið av Ivan Johannesen í SEV-stýrið fyri Vágar, og at Petur Sigurd Rasmussen heldur fram sum skúlastjóri í Vági til summarfrítíðina.


Kelda: Tíðindablaðið Sosialurin 2. apríl 1985