Heimsins størsta jólaskip á Klaksvík í dag

Í kvøld klokkan 18 kemur heimsins størsta jólaskip undan Klakkinum og stevnir inn á Klaksvík.

Í heilt nógv ár hevur Ågot verið fast jólaskip í Klaksvík, men av tí at skipið í ár er burturstatt, hava fyrireikararnir leitað eftir nýggjum skipi. Og ikki kann sigast annað, enn at nýggja skipið bæði verður flott og stórt ? tí talan er um ikki minni enn stóra og stásiliga nótaskipið Norðborg.

Jólamenninir heita á øll fólk um at verða væl ílatin og at vera væl skødd.

Skráin fyri tiltakinum er hendan:

Kl. 18.00 Jólaskipið kemur undan Klakkinum

Kl. 18.15 Jólaskipið leggur at

Kl. 18.30 Skrúðgonga við hornorkestrinum og jólamonnunum fara heim á ítróttavøllin.

Kl. 18.30 Borgarstjórin bjóðar jólamonnunum vælkomnum

Kl. 18.35 Felagssangur: Lítla fitta nissa mín

Kl. 18.40 Høvuðsjólamaðurin heldur røðu

Kl. 18.45 Felagssangur:

Kl. 18.50 Høvuðsjólamaðurin leypur uppum jólamenn

Kl. 19.00 Ársins Rósa verður handað

Kl. 19.10 Felagssangur: Gleðilig Jól

Kl. 19.15 Jólamenninir geva jólapakkar út til øll børnini