Kanadiska reiðaríið Seaspan Container Lines hevur nú bílagt átta bingjuskip, sum verða tey størstu av sínum slagi í heiminum. Skipini skulu byggjast á einari suðurkoreanskari skipasmiðju, og tey fara at taka 9500 bingjur hvørt. Tað fyrsta verður ætlandi sett í sigling í 2006.
Tað er eitt sindur óvist, hvussu nógvar bingjur tey størstu skipini, sum nú eru í sigling, kunnu taka. Danska reiðaríið A.P.Møller, sum eigur fleiri stór bingjuskip, hevur alment upplýst, at tey størstu skipini hjá felagnum taka 6000 bingjur, men onnur halda, at tey í veruleikanum kunnu taka 8000 bingjur, og tað hevur A.P. Møller ikki avsannað, skrivar Jyllandsposturin.
Tað er eisini hugsandi, at A.P. Møller ætlar at byggja skip, sum verða uppaftur størri enn tey kanadisku. Lindø-skipasmiðjan er í ferð við at byggja fleiri bingjuskip til reiðaríið, og tað er ikki óhugsandi, at okkurt teirra verður størri enn tey hjá Seaspan Container Lines.