Heimsins sterkasta talvkapping

Garry Kasparov er eftir fýra umfør á odda í superstórmeistarakappingini í Linares, Spania.

Síðani spanski ríkmaðurin Luis Rentero Suaréz tók yvir Linares-konseptið í 1980, hevur kappingin verið kallað "Wimbledon of chess". Í dag eru tríggjar sokallaðar Grand Slam talvkappingar um árið: Wijk aan Zee, Linares og Dortmund.
Garry Kasparov tók fyrstu ferð lut í Linares í 1990 og hevur vunnið kappingina ikki færri enn átta ferðir. Fýra ferðir er Kasparov endaður næstfremstir og tveir ferðir á triðja plássi. Avrik sum tala fyri seg.
Í 2003 endaðu Peter Leko og Vladimir Kramnik framanfyri Kasparov og í fjør vann Kramnik aftur framanfyri Kasparov. Í fjør tapti Kasparov einki talv í Linares, men hinvegin vann hann bert eitt talv og leikti ellivu javnleikir. Men í ár hevur russiska legendan longu vunnið tvey talv og leikt tveir javnleikir. Formurin tykist góður, hóast hann hevði betur støður í teimum báðum talvunum, ið endaði við javnleiki.
Sjey telvarar taka lut og telvað verður tvær reisir ímóti hvørjum øðrum, tólv umfør í alt. Viswanathan Anand verður mettur at hava eins góðar møguleikar at vinna Linares sum Kasparov. Somu favorittrollu hevur Peter Leko eftir kappingarsigurin í Wijk aan Zee í januar. Umframt hesar tríggjar, mugu vit ikki gloyma Veselin Topalov, ið er ein sannur álopstelvari. Topalov er í løtuni trifremstur á altjóða styrkilistanum, bert aftanfyri Kasparov og Anand.
Bretin Michael Adams hevur høgt styrkital, men hevur ikki vunnið slíkar sterkar kappingar í áravís. Teir lægstrataðu í ár eru lokala hetjan Vallejo Pons og FIDE-heimsmeistarin Rustam Kasimdzhanov.
Eftirsum luttakaratalið er sjey, hava ikki allir telvað eins nógv talv.

Støðan
Kasparov (2804)3,0 av 4
Anand(2786)2,5/4
Kasimdzhanov (2678)2,5/5
Topalov(2757)2,0/4
Leko(2749)2,0/4
Adams(2741)2,0/5
Vallejo(2686)1,0/4

Kasimzdhanov hevur yvirraskað við støðugari tryggari telving, sum hevur givið honum fimm javnleikir. Topalov hevði fullkomiliga vunna støðu móti Leko í triðja umfari (endaði javnt) og átti av røttum at havt fleiri stig enn síni higartil tvey. Talvini hjá Topalov hava verið sera undirhaldandi.
Kasparov hevur vunnið seinastu tvey talvini og spurningurin er, um hann megnar eitt hattrick tá hann í toppuppgerðini mánadagin hittir Anand.

Talvsambandið 35 ár
Í samband við at tríatifimm ár eru liðin síðani Talvsamband Føroya varð stovnað, verður jubileumskapping í Vestmanna leygardagin tann 5. mars.
Talan er um liðkapping við seks telvarum á hvørjum liði. Umhugsunartíðin er 15 min. til hvønn telvara. Byrjað verður kl.10.00 í bygdahúsinum í Vestmanna.