Hesuferð er evnið burðardygg matmentan, og í tíðindaskrivi siga føroysku bókasøvnini soleiðis:
Í ár vera søguløtur fyri børn har lisið verður úr bókini ”Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum”, brotið í bókini snýr seg um mat og at mann ikki skal eta hvønn annan. Fyri vaksin vera verkstovur um súrgaðar mjólkaúrdráttir. Umframt hetta fara bókasøvnini at hava framsýningar við bókum um evnið.
Skráin fyri tiltøkini er hendan:
Mánadagin 20. apríl:
Verkstova á Klaksvíkar bókasavni kl. 16.30 - Tjóðhild Patursson fer at tosa um at súrga mjólkaúrdráttir. Tjóðhild sigur frá um mjólkamentan og teir siðir, vit hava við at súrga mjólk. Síðani fer hon at vísa, hvussu fólk lættliga kunnu gera sær sína egnu súrgaðu mjólk og luttakararnir sleppa eisini at royna seg og fáa ein startara við heim.
Týsdagin 21. apríl:
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni kl. 16.30 - Hjálmar Dam lesur brot úr bókini ”Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum”.
Søguløta á Gøtu bókasavni kl. 17.30 - Hjálmar Dam lesur brot úr bókini ”Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum”.
Mikudagin 22. apríl:
Søguløta á Vágs býarbókasavni kl. 11.30 - Hjálmar Dam lesur brot úr bókini ”Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum”.
Verkstova á Býarbókasavninum kl. 16.30 - Tjóðhild Patursson fer at tosa um at súrga mjólkaúrdráttir. Tjóðhild sigur frá um mjólkamentan og teir siðir, vit hava við at súrga mjólk. Síðani fer hon at vísa, hvussu fólk lættliga kunnu gera sær sína egnu súrgaðu mjólk og luttakararnir sleppa eisini at royna seg og fáa ein startara við heim.
Sunnudagin 26. apríl:
Søguløta á Býarbókasavninum kl. 15.00 - Hjálmar Dam lesur brot úr bókini ”Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum”.
Mikudagin 29. apríl:
Verkstova í auluni í Vágs skúla kl. 20.00 - Tjóðhild Patursson fer at tosa um at súrga mjólkaúrdráttir. Tjóðhild sigur frá um mjólkamentan og teir siðir, vit hava við at súrga mjólk. Síðani fer hon at vísa, hvussu fólk lættliga kunnu gera sær sína egnu súrgaðu mjólk og luttakararnir sleppa eisini at royna seg og fáa ein startara við heim.










