Aftur ein norðmaður deyður á Gran Kanaria

Enn ein vanlukka á Gran Kanaria hevur rakt Noreg

Ein norðmaður í 40-árunum druknaði á Gran Kanaria seinasta fríggjadag.

 

Tað veit Canariavisen at siga, og í norska uttanríkisráðnum hava tey váttað deyðsfallið.

 

Vanlukkan hendi á umtóktu strondini í Puerto Rico.

 

Neyðhjálparfólk fingu boð um vanlukkuna klokkan 17.43 seinasta fríggjadag.

 

- Maðurin varð fluttur á sjúkrahús við sjúkraflutningstyrlu, skrivar ávísin.

 

Tað eydnaðist ikki at bjarga manninum, og í norska uttanríkisráðnum vátta tey deyðsfallið.

 

- Við atliti til okkara tagnarskyldu kunnu vit ikki upplýsa um smálutir í málinum, sigur Cecilie Roang í norska uttanríkisráðnum.

 

Lesið eisini: Tað var Rebekka sum doyði á Gran Kanaria

 

https://www.in.fo/news-detail/tad-var-rebekka-sum-doydi-a-gran-kanaria