Maður gekk og bankaði upp á hurðar

Í gjármorgunin og í gjárkvøldið ringdu fólk til løgregluna um, at ein maður bankaði upp á hurðar

Tvær ferðir í gjár fekk løgreglan boð um, at ein maður gekk runt í einum grannalag í Havn og bankaði upp á hurðar. Fyrru ferðina var gjáramorgunin. Tá løgreglan kom á staðið, var maðurin burtur. Løgreglan fekk eina lýsing av manninum, men fráboðarin kendi ikki mannin. Meira varð so ikki gjørt við málið tá.

Men um áttatíðina í gjárkvøldið ringdi ein annar fráboðari úr sama grannalag um tað sama. Har var maðurin komin inn. Hann hevði hóttandi atburð. 

Løgreglan kom á staðið og staðfesti, at maðurin var fullur og metti hann at vera í sálarligari ójavnvág. Hann hevði brotið okkurt inni hjá fráboðaranum og framt harðskap.

Maðurin varð handtikin og varð innlagdur á psykiatriska depilin, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.