Gidsel tryggjaði Füchse Berlin sigurin í seinasta sekundinum

Liðið hjá Hákuni West av Teigum er eitt stig frá einum Champions League plássi

Tað stóð á gomlum nøglum tá Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin spældu dyst á útivølli móti Lemgo í týsku bundesliguni.

 

Tað stóð á jøvnum 33-33, men í allarseinasta sekundinum syrgdi Mathias Gidsel fyri, at Füchse Berlin vann dystin 34-33, og hongur í stríðnum um annað plássið, og harvið luttøku í Champions League komandi kappingarár. Í steðginum var Füchse Berlin á odda 17-15.

 

Hákun fekk tríggjar málmøguleikar og hann setti allar í netið. 

 

Fyrr í dag vann THW Kiel uttan Elias Ellefsen á Skipagøtu á útivølli 34-27 (19-14) á Hamburg.

 

Füchse Berlin er nummar trý í deildini við 44 stigum. Füchse er eitt stig aftanfyri Flensburg-Handewitt. THW Kiel er nummar fimm við 39 stigum. 

 

Magdeburg er greitt oddalið við 52 stigum nú bert seks umfør eru eftir at leika.