Í minsta lagi eitt fólk hevur latið lív, og 27 fólk eru flutt á sjúkrahús eftir eina bussvanlukku á Kanarisku Oyggjunum.
Tað var í dag, at ein bussur við 28 bretskum ferðafólkum koyrdu út av einum skráa á einum motorvegi.
Hetta hendi í San Sebastián de La Gomera á Kanarisku Oyggjunum, veit Sky News at siga.
Ávísin veit at siga, at av teimum løstaðu, sum eru flutt á sjúkrahús, er støðan álvarslig hjá trimum teirra.











