Hóast tað ikki er endaliga váttað, so kunnu vit avdúka, at tað eru hesi sjeyfólkini, sum skulu manna nýggja landsstýrið.
Hjá Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum er tað tey valdu tingfólkini, sum velja landsstýrisfólkini. Hjá Javnaðarflokkinum er tað floksformaðurin, sum velur tú fólkini, sum skulu í landsstýrið, sum floksleiðslan síðani skal góðkenna. Floksleiðslan hjá Javnaðarflokkinum er hægsti myndugleiki í flokkinum millum landsfundirnar, og hon kemur saman í kvøld at taka støðu til uppskotið hjá Aksel V. Johannesen. Hetta verður verður mett sum ein formalitetur.
Landsstýrið verður mannað soleiðis:
Fólkaflokkurin:
Beinir Johannesen, løgmaður.
Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður. Fer millum annað at umsita mentamál, skúlamál, útbúgving og kirkjumál.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður. Fer millum annað at umsita vinnumál, samferðslumál og útlendingaøkið
Sambandsflokkurin:
Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í millum annað uttanríkismálum og fiskivinnumálum
Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna, fer millum annað at umsita heilsumál.
Javnaðarflokkurin:
Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður, fer millum annað at umsita fíggjarmál.
Margit Stórá, landsstýriskvinna, fer millum annað at umsita almannamál.
Beinir Johannesen fer at tilnevna landsstýrisfólkini mánadagin, tá hann er valdur til løgmann.
Løgtingið kemur saman mánadagin klokkn 10, sum ásett er í stýrisskipanini. Sjálvt um flokkarnir eru lidnir við samgonguskjalið og klárir at skipa samgongu, so kann Løgtingið ikki kallast saman fyrr enn mánadagin klokkan. Løgmaður er tann einasti, sum hevur heimild at kalla tingið saman, men Aksel V. Johannesen hevur mist ta heimildina, tí hann hevur lagt frá sær sum løgmaður og er bara virkandi løgmaður.











