Summarið nærkast, og tað merkir broytta sendiskrá hjá Kringvarpinum. Kringvarpið skrivar millum, at summarið í útvarpinum verður merkt av løttum og hugnaligum sendingum við práti, gestum og tónleiki.
– Tú kanst gleða teg til eitt frískt íkast av nýggjum røddum, sum bera eitt summarligt lot við sær. Millum annað er kappróðrarkjaksending “Millum tøkini” við Ludvík við Stein aftur at hoyra í ár, har vit longu nú hava hoyrt um fyrireikingarnar til Norðoyarstevnuna, sum verður um vikuskiftið, skrivar Kringvarpið.
Eisini verða afturvendandi sendingar sum “Nert ikki við” og hugnaliga tónleikasendingin “Sangir úr mínum lívi”, har skiftandi gestir velja og greiða frá sínum tónleikavalum.
Góðan morgun Føroyar heldur fram alt summarið, men fær ein lættari dám við skiftandi vertum og eitur nú Summarmorgun. Eisini her verður pláss fyri kappingum og summarligum evnum, skrivar Kringvarpið.
Í útvarpinum er nógvur tónleikur.
– Vit leggja dent á festivaltónleik, nýggjar útgávur og summarhitt, sum seta dám á longu kvøldini. Á skránni eru tónleikarøðir, eitt nú nýggj røð um Johnny Cash og nógv gott frá Jóhan í Kollafirði í Radio Stjernekilde.
– Tú hevur eisini møguleikan at seta tín dám á tónleikin í útvarpinum. Hevur tú ein playlista við 15-20 sangum, sum tú ert serliga glað/-ur fyri, so kanst tú senda hann inn til: kurator(at)kvf.fo. Harvið ert tú í umbúna at gerast kurator í útvarpinum, skrivar Kringvarpið.
– Nakrar av best umtóktu sendingunum halda fram sum vant. Tit skriva vit spæla (TSVS) heldur fram at spæla lurtaraynskir. Tórður Mikkelsen heldur fram við at reika runt við Tórði á túri, og Kvørnin er als ikki liðug at ummæla góðan føroyskan tónleik. Vikuskiftið bjóðar eina avslappaða og viðkomandi samanrenning av tónleiki, gestum og samrøðum um, hvat rør seg um vikuskiftið.
– Hetta eru sendingar, sum hava funnið sítt fasta pláss hjá lurtarum – og verða verandi á skránni juni mánað út, skrivar Kringvarpið.
Dagur og vikaog Gekkurin skifta til summartíð eftir viku 26. Frá 30 juni. verður Dagur og vika send týs- og fríggjakvøld, og Gekkurin verður fluttur til týskvøld beint eftir Dag og viku. Í sama tíðarskeiði fer 3-2 í summarsteðg og er aftur í september.
Eisini verður nógv spennandi sent beinleiðis í sjónvarpinum.
– Vit senda frá landsdystum í fótbólti, kappróðri kring landið og sjálvandi eisini frá teimum størstu løtunum á ólavsøku. Tú kanst gleða teg til at síggja skrúðgonguna, gudstænastuna, løgmansrøðuna og alla ta hátíðarligu skránna, sum hoyrir ólavsøkuni til, skrivar Kringvarp Føroya í sambandi við, at tey skifta til summarskránna hjá stovninum.











