Sambært týskum miðlum var tað ein flogskipari, sum um níggju-tíðina boðaði frá onkrum illgrunasomum í nánd av flogvøllinum.
Løgreglan fór beinanvegin undir kanningar, og nógv løgreglufólk vóru á staðnum. Eisini varð ein tyrla send út at leita eftir tí, sum varð eygleitt.
Stutt eftir klokkan 10 varð flogferðslan tikin uppaftur, eftir at kanningarnar ikki funnu nakað illgrunasamt.
Týska løgreglan hevur ikki upplýst, hvat flogskiparin sá, men staðfestir, at einki varð funnið, sum kundi staðfesta mistankan um dronuvirksemi.











