Teistin vann greiðan sigur, tá ið yngru dreingirnir kappaðust á norðoyastevnu. Líkindini at rógva kapp eru framvegis góð í Klaksvík, men tað er minni hugaligt hjá áskoðarunum, tí tað regnar illa.
Argjadreingir umborð á Teistanum løgdu seg beinanvegin fremst, og Teistin helt alla tíðina tørn um leiðsluna.
Á málinum var Teistin meiri enn eina bátslongd undan teimum næstu.
Firvaldur av Tvøroyri var greitt næstfremstur, og so var tað meiri enn ein bátslongd aftur til Báruna úr Hvalvík/Streymnesi.
|
1 |
Teistin (AR) |
05:31.46 |
+00.00 |
7 | ||
|
2 |
Firvaldur (FSR) |
05:35.44 |
+03.98 |
6 | ||
|
3 |
Báran (HSR) |
05:39.24 |
+07.78 |
5 | ||
|
4 |
Ørnin (SÍF) |
05:43.44 |
+11.98 |
4 | ||
|
5 |
Bláni (TIND) |
05:47.34 |
+15.88 |
3 | ||
|
6 |
Sævarmoy (KRF) |
05:52.04 |
+20.58 |
2 | ||
|
7 |
Flógvin (ERF) |
05:59.04 |
+27.58 |
1 | ||
|
8 |
Æðan (AR) |
06:15.46 |
+44.00 |
0 |











