Sambært lokalu myndugleikunum vóru tíggju av teimum deyðu børn, meðan fimm kvinnur og tríggir menn eisini lótu lív í vanlukkuni.
Lastbilurin flutti afghanskar familjur, sum vóru á veg heim úr Pakistan. Seinastu árini hevur Pakistan hert reglurnar fyri afghansk flóttafólk og tilflytarar, og tí eru nógv noydd at venda aftur til Afghanistan.
Harumframt vórðu 29 fólk løstað í vanlukkuni.
Vanlukkan hendi á vegnum millum býin Jalalabad og høvuðsstaðin Kabul.
Deyðsvanlukkur í ferðsluni eru tíverri vanligar í Afghanistan. Orsøkirnar eru ofta vánaligir vegir eftir áratíggju við kríggi og ótrygg koyring.
Sambært ST eru meira enn 447.000 afghanar komnir aftur úr Pakistan higartil í ár.
Í august í fjør doyðu 78 fólk í einari aðrari stórari ferðsluvanlukku í vestara partinum av landinum, tá ein bussur við afghanskum heimflytarum stoytti saman við onnur akfør.
Pakistan fór í 2023 undir eina nógv harðari linju móti afghanskum tilflytarum og hevur víst á ólógliga innflyting og trygdaravbjóðingar sum høvuðsorsøk.











