Nú eigur Víkingur bestu kvinnumanningina

6-mannafør kvinnur: Stóra kappingin hjá teimum í Havnar Róðrarfelag var við Froðbing

Undanfarnu árini hevur Jarnbardur verið heilt suverenur í kappingini millum 6-mannafør við kvinnum.

 

Í ár er Jarnbardur ikki á listanum, og í dag var á norðoyastevnu fyrsta ábendingin um, hvør verður avloysari hjá teimum í Knørrafelagnum.

 

Víkingur hjá Havnar Róðrarfelag vann, og honum næstur var Froðbingur hjá Froðbiar Sóknar Róðrarfelag.

 

Tað var ikki leyst millum Víking og Froðbing, og tað var ein bátslongd frá Froðbingi og aftur til Rádna úr Fuglafirði, sum var í sera stórari kapping við Sølmund um triðja plássið.

 

Í heilt øðrum felti var Páll Fangi fremstur í kappingini um fimta plássið. Tað vóru 16 sekund frá Sølmundi og aftur til Páll Fanga, ið var meiri enn eina bátslongd frammanfyri Lóm av Argjum.

 

 

 

 

 

 

1

 
  

Víkingur (HR)

 
 

05:49.49

 
 

+00.00

 
 

7

 
 
 

2

 
  

Froðbingur (FSR)

 
 

05:51.01

 
 

+01.52

 
 

6

 
 
 

3

 
  

Rádni (ÍF)

 
 

05:54.18

 
 

+04.69

 
 

5

 
 
 

4

 
  

Sølmundur (NSÍ)

 
 

05:54.46

 
 

+04.97

 
 

4

 
 
 

5

 
  

Páll Fangi (KRF)

 
 

06:10.21

 
 

+20.72

 
 

3

 
 
 

6

 
  

Lómur (AR)

 
 

06:13.42

 
 

+23.93

 
 

2

 
 
 

7

 
 

 

 
 

Norðstovudánjal (SR)

 
 

06:22.32

 
 

+32.83

 
 

1

 
 
 

8

 
  

Glyvrabáturin (NSÍ)

 
 

06:35.00

 
 

+45.51

 
 

0

 
 
 

9

 
  

Hósvíkingur (HVR)

 
 

06:49.28

 
 

+59.79

 
 

0

 
 

 

rsf.fo