Ørvur heldur fram har hann slepti í fjør

8-mannafør: Gullbrandur úr Fuglafirði bjóðaði av álvara av, men meistarin í fjør var aftur í dag bestur

Í fjør var Ørvur meistari í kappingini millum 8-mannaførini. Hann var heilt suverenur og vann allar róðrarnar. Nú er nýggj manning umborð á Ørvi, tí meistaramanningin frá í fjør situr nú umborð á Havnarbátinum.

 

Í dag var fyrsta høvið hjá nýggju manningini á Ørvi at royna seg, og tað hilnaðist væl, tí Ørvur vann ársins fyrsta FM róður.

 

Størsti kappingarneytin var Gullbrandur. Fuglfirðingar vóru tað mesta av einari bátslongd aftanfyri Ørv. Avrikið hjá Gullbrani í dag var av sovornum slagi, at tað væl kann fara at vísa seg, at tað verður meiri spenningur í FM kappingini millum 8-mannafør í ár, enn tað var í fjør.

 

Kvívíkingur var í dag fyri fyrstu ferð í fleiri ár við í FM kappróðri. Kvívíkingur vann í harðari kapping við Heiðabátin triðja plássið. Tað var langt frá teimum báðium og fram til teir báðar fremstu.

 

 

 

 

1

 
  

Ørvur (HR)

 
 

04:56.47

 
 

+00.00

 
 

7

 
 
 

2

 
  

Gullbrandur (ÍF)

 
 

04:59.31

 
 

+02.84

 
 

6

 
 
 

3

 
  

Kvívíkingur (KSR)

 
 

05:07.00

 
 

+10.53

 
 

5

 
 
 

4

 
  

Heiðabáturin (NSÍ)

 
 

05:07.38

 
 

+10.91

 
 

4

 
 
 

5

 
  

Argjabáturin (AR)

 
 

05:11.31

 
 

+14.84

 
 

3

 
 
 

6

 
  

Gøtu Tróndur (TIND)

 
 

05:16.42

 
 

+19.95

 
 

2

 
 
 

7

 
  

Sørvingur (SR)

 
 

05:18.32

 
 

+21.85

 
 

1

 
 
 

8

 
  

Tórsbáturin (HR)

 
 

05:31.10

 
 

+34.63

 
 

0

 
 

 

rsf.fo