Vágbingarnir áttu besta spurtin

6-mannafør menn: Størsti avbjóðarin hjá Smyrli var Froðbingur

Tað var Smyrli úr Vági, sum fór fyrstur um málið, tá ið 6-mannaførini við monnum fyri fyrstu ferð í ár kappaðust í FM róðri. Vágbingar vóru leingi í harðari kapping við Froðbing, og harvið vóru tað teir báðir bátarnir úr Suðuroy, sum kappaðust um sigurin.

 

Tá ið málið var gott og væl hálvrógvið munaðu tøkini hjá vágbingunum betur, og fram ímóti málinum var meiri enn ein hálv bátslongd millum teir báðar fremstu.

 

Á triðja plássi var Sundabáturin. Hann er mannaður við monnum, sum í fjør róðu við 10-mannafarinum Norðringi. Teir hava ikki vant so leingi, so tað er ivaleyst lagt upp til stóra kapping millum 6-mannaførini við monnum.

 

 

 

 

1

 
  

Smyril (VK)

 
 

05:11.25

 
 

+00.00

 
 

7

 
 
 

2

 
  

Froðbingur (FSR)

 
 

05:13.21

 
 

+01.96

 
 

6

 
 
 

3

 
  

Sundabáturin (NHR)

 
 

05:15.45

 
 

+04.20

 
 

5

 
 
 

4

 
  

Strálan (Strálan)

 
 

05:22.49

 
 

+11.24

 
 

4

 
 
 

5

 
  

Skúgvur (SÍF)

 
 

05:26.16

 
 

+14.91

 
 

3

 
 
 

6

 
  

Víkingur (HR)

 
 

05:35.07

 
 

+23.82

 
 

2

 
 
 

7

 
  

Kvívíksbáturin (KSR)

 
 

05:43.03

 
 

+31.78

 
 

1

 
 

 

rsf.fo