Sigur til Vilhelm og liðfelagarnar í fyrsta kappingardystinum

Hannover-Burgdorf vann seg víðari í týsku steypakappingini

Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf hava vunnið seg víðari til sekstandapartsfinalurnar í týsku steypakappingini.

 

Í kvøld spældi Hannover-Burgdorf dyst á útivølli móti Ferndorf úr næstbestu týsku hondbóltsdeildini. 

 

Hannover-Burgdorf, ið spælir í bestu týsku hondbóltsdeildini, Bundesliguni vann dystin greitt 36-29. Í steðginum vóru Vilhelm og liðfelagarnir á odda 20-17.

 

Sostatt gjørdist talan um ein sigur í fyrsta kappingardystinum hjá Hannover-Burgdorf í hesum kappingarárinum.

 

Vilhelm skoraði tvey mál upp á tríggjar málroyndir, og hann legði eisini upp til eitt mál (assist). 

 

Sunnudagin 30. august klokkan 15.30 leggur Hannover-Burgdorf fyri í týsku bundesliguni við heimadysti móti Rhein-Neckar Løwen.