Hanus legði upp til mál í heimasigri hjá Aluminij

Føroyingaliðið í næstbestu slovensku fótbóltsdeildini er nú næstfremst í deildini

Mynd: NK Aluminij Kidričevo

NK Aluminij Kidričevo hevði Hanus Sørensen á vøllinum allan dystin, tá teir í heimadysti í bestu slovensku fótbóltsdeildini vunnu 4-2 á Brinje Grosuplje. 

 

Bede Amarachi Osuji legði Aluminij á odda longu í ellinta minutti. 16 minuttir seinni hevði Grosuplje skotið tvey mál, og so var útiliðið á odda í steðginum.

 

Í 56. minutti átti Hanus uppleggið, tá Petar Petriško javnaði til 2-2. Staddur høgrumegin brotsteigin sendi Hanus ein góðan bólt inn í brotsteigin, ið Petar Petriško stútaði í netið. 

 

Í 72. minutti fekk Adriano Bloudek heimaliðið á sigurskós, og í yvirtíðini staðfesti Murat Bajraj sigurin hjá Aluminij, ið megnaði at venda 1-2 til 4-2 sigur. 

 

Aluminij er nú næstfremst í deildini við átta stigum fyri fimm dystir. Celje og Bravo hava eisini átta stig, men Aluminij hevur best málmun. NK Maribor er fremst í deildini við níggju stigum, so talan er um eitt hart oddastríð.

 

Komandi fríggjakvøld klokkan 19.15 skal Hanus saman við liðfeløgunum royna at gera tað sama sum NSÍ gjørdi fyri stuttum, nevnliga at vinna á FC Koper á útivølli. 

 

 

 

 

 

Mynd: NK Aluminij Kidričevo