VIDEO: Vónbrotið hjá Víkingi Reykjavík móti Borac Banja Luka

(Video) Her eru málini frá dystinum Víkingur Reykjavík-Borac Banja Luka 1-3 (0-2)

Dreymurin hjá Gunnari Vatnhamar var at hjálpa Víkingi Reykjavík at røkka deildarspælinum í Conference League áðrenn leiðin gongur til Vejle.

 

Tann dreymurin hongur nú í einum tunnum tráði.

 

Í fyrra røkk støkk dystinum á Víkinga-vøllinum í Reykjavík megnaði Víkingur Reykjavík ikki at liva upp til favorittleiklutin móti bosniska liðnum, Borac Banja Luka, ið vann dystin 3-1.

 

HER  ber til frá Vísir/Støð2 at síggja málini, ið vóru skotin í dystinum. 

 

Víkingur Reykjavík-Borac Banja Luka 1-3 (0-2)

0-1 Luka Juricic ('21 )

0-2 Milos Jojic ('23 )

1-2 Gylfi Þór Sigurðsson, br. ('75 )

1-3 Luka Juricic ('86 )

 

Komandi hóskvøld klokkan 19.30 verður returdysturin leiktur í Bosnia Hersogovina. 

 

Fyri tveimum árum síðani vann Víkingur Reykjavík seg í deildarspælið í Conference League. Tað verður stórt vónbrot um tað ikki eydnast á hesum sinni.