Landsliðsbakkurin, Samuel Chukwudi spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í SV Ried tóku ímóti Grazer AK í bestu eysturríksku fótbóltsdeildini.
Tað eydnaðist Ried, ið bert hevði eitt stig undan dystinum í kvøld at vinna 1-0 á Grazer AK.
Niama Pape Sissoko skoraði sigursmálið upp á eitt brotsspark í yvirtíðini í fyrra hálvleiki.
Ried er nummar sjey í deildini við fýra stigum fyri fýra dystir.
Fyri leikliga avrikið fær Samuel karakterin: 7,1 (av 10 møguligum) frá Sofascore. Frá Soccerstand fær Samuel karakterin: 6,4.
Samuel er fyrsti føroyski fótbóltsleikarin, ið vinnur ein sigur í bestu eysturríksku fótbóltsdeildini, ið eisini eitur: Bundesligan.
Sunnudagin 30. august hevur SV Ried dyst á útivølli móti Hartberg, ið er aftast í deildini við ongum stigi.











