Sigur í fyrsta kappingardystinum hjá Paula í Svøríki

IFK Skövde vann fyrru sekstandapartsfinaluna í steypakappingini

Mynd: IFK Skövde

Komandi kappingarár í bestu svensku hondbóltsdeildini skal landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen kappast við Alvin Sjöstrand um at sleppa at verja málið hjá IFK Skövde i bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Hóskvøldið spældi Pauli fyrsta kappingardystin í svenskum hondbólti.

 

Talan var um fyrru sekstandapartsfinaluna í svensku steypakappingini á útivølli móti Country úr triðbestu deildini. Country er tað minna hondbóltsfelagið í Skövde.

 

Country slapp undan dystarbyrjanini at skjóta seks brotskøst, og eydnaðist tað teimum at leggja seg á odda 6-0. Hetta er nakað svenska hondbóltssambandið hevur innført fyri at geva lægra liðnum ein lítlan fyrimun, og fyri at hava meiri spenning til dystir millum lið úr bestu deildini, og lið úr lægri deildum.

 

Skövde vann kortini 40-36 (20-19) á Country. Uttan hasi seks handikapp-málini hjá Country hevði ikki verið tann nógvi spenningurin í dystinum. 

 

Tað vóru 1.572 áskoðarar til dystin, ið er met fyri ein heimadyst hjá Country. 

 

Komandi leygardag klokkan 14 verður returdysturin leiktur í Arena Skövde.

 

Mynd: IFK Skövde