Fridrikka og liðfelagarnir taptu á heimavølli

ÍBV er fjórðfremst í bestu íslendsku fótbóltsdeildini

 

Fríggjakvøldið spældi landsliðsleikarin, Fridrikka Clementsen allan dystin, tá hon og liðfelagarnir í ÍBV tók móti Þrótti í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Þróttur vann dystin 2-1. Tá 28 minuttir vóru leiktir var Þróttur á odda 2-0. Milena Mihaela Patru fekk spenning í uppgerðina aftur seint í dystinum, men nærri kom ÍBV ikki at tryggja sær eitt stig.

 

ÍBV er nummar fýra í deildini við 24 stigum fyri 16 dystir. Breiðablik er fremst í deildini við 36 stigum.

 

Leygardagin 29. august spælir ÍBV dyst á útivølli í Kópavogi móti júst Breiðablik.