Á lítlari samkomu, sum var fyri Sonna Eliassen í dag í hølunum hjá FullPower í Klaksvík, har Sonni hevur sína dagligu gongd, handaði Jógvan Skorheim, borgarstjóri, honum heiðursgávu og blómur frá Klaksvíkar býráð.
Sonni, sum er ættaður úr Fuglafirði, hevur verið í Torino í Italia til hesa serligu kappingargrein í døgunum 27. til 30. oktober. Hann kláraði at lyfta tvær Kettlebell-kúlur, sum hvør vigaðu 24 kg – 78 ferðir uppum hvød innan fyri 10 minuttir.
Kappingin var i einum bólki, har tú ikki má viga meir enn 70 kg. Sonni vigar sjálvur 68 kg, so sagt verða á annan hátt, at hann kláraði at lyfta eina vekt, sum er 20 kg minni enn hansara egna - 78 ferðir uppum hvødið innanfyri 10 minuttir.
Eitt stórt bragd má sigast – og ikki minni, tá ið kappast varð móti 250 fólkum frá stórum parti av heimunum.