Tað verður eftir øllum at døma talan um harða kapping, tá besti egnarin skal finnast á Sjómannadegnum í Klaksvík tann 16. august. John Havn hevur higar til verið vinnarin av kappingini, men í HM-kappingini í fjør mátti hann lúta fyri Kjell Ovesen úr Kjøllefjord í Noreg. Norðlýsið skrivar, at Kjell Ovesen hevur boðað frá, at hann verður við í kappingini í Klaksvík, og so verður spennandi at vita, um John – ella annar føroyingur – hesa ferð megnar at knógva norska heimsmeistaranum.