Heimsmetið er veruleiki!

Við 7-2 sigri á ÍF/Víkingi hava KÍ kvinnurnar tryggjað sær 15. FM heitið á rað, sum er heimsmet

Tað var stórfagnaður í Klaksvík seinnapartin. KÍ kvinnurnar hava við sannførandi 7-2 sigri á ÍF/Víkingi tryggjað sær meistaraheitið fyri 2014. Síðani 2000 hevur KÍ vunnið FM á hvørjum ári. FM heitið í ár er tað 15. á rað. Hetta er nýtt heimsmet.

Hálvleiksstøðan var 3-1. Tá ið gestirnir javnaðu til 1-1, og tá ið gestirnir tíðliga í 2. hálvleiki minkaðu um munin til 3-2, kundi tað sæð út til, at tað skuldi verða spennandi, men síðsta korterið skoraði KÍ fýra mál, og harvið vísti máltalvan 7-2, tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð.

Umframt at vinna FM fyri fimtandu ferð hevur KÍ fyri stuttum eisini vunnið steypafinaluna.

HB vann tíðliga seinnapartin sannførandi 6-0 sigur á heimavølli ímóti grannunum í AB.

Síðsti dysturin í 17. umfari verður hóskvøldið, tá ið EBS/Skála fær vitjan av B36.

Tað resta trý umfør í kvinnukappingini. 20. og síðsta umfar verður leygardagin 18. oktober. KÍ fær tá FM steyp og gullkrónur eftir heimadystin ímóti B36.

 

KÍ-ÍF/Víkingur 7-2 (3-1)

1-0: Annika Petersen 18.

1-1: Jensa Olsen 22.

2-1: Rannvá B. Andreasen 30.

3-1: Malena Josephsen 45.

3-2: Mirjam Danielsen 55.

4-2: Maria K. Thomsen 75.

5-2: Maria K. Thomsen 85.

6-2: Rannvá B. Andreasen 89.

7-2: Rannvá B. Andresen 90.

 

HB-AB 6-0 (3-0)

1-0: sjálvmál 20.

2-0: Heidi Sevdal 21.

3-0: Magna Tórðardóttir 27.

4-0: Milja R. Simonsen 62.

5-0: Elin Maria Isaksen 74.

6-0: Elin Maria Isaksen 76.