Lady Gaga, Justin Timberlake, Alicia Keys og aðrar heimsstjørnur eru allar deyðar á netinum ? fyribils. Talan er um eitt átak, kallað Buy Life, sum savnar inn pening til heilivág og mat í HIV og Aids raktu londunum Afrika og India. Tað skrivar ekstrabladet.dk.
Talan er um eitt slag av súmbólskum deyða, tí Lady Gaga, Justin Timberlake og hinar stjørnurnar hava latið seg avmyndað í eini kistu og hava síðani boðað frá, at tær ikki venda aftur til Facebook, Twitter og aðrar sosialar miðlar, fyrr enn Buy Life hevur savnað inn eina million dollarar.
Sambært ekstrabladet hava aðrar stjørnur, so sum Usher, Kim Kardashian og Elijah Wood tikið undir við átakinum, latið seg avmyndað í einari kistu og sagt fyribils farvæl við Facebook og Twitter.
Les um átakið, stuðla Buy Life ella hygg eftir fleiri myndum HER