Heimsumfatandi netverkið av føroyingum

Um 20 ár býr størsti parturin av teimum væl útbúnu føroyingunum uttanlands. Skulu Føroyar í framtíðini gera sær vónir um at vera annað og meira enn eitt feriuparadís fyri hendan globaliseraða bólk av landsmonnum okkara, so mugu broytingar gerast soleiðis at føroyingar í útlegd gerast minni avskornir frá Føroyum. Hetta krevur dirvi at hugsa um Føroyar sum annað og meira enn eitt landafrøðiliga avmarkið øki, og eitt alneyðugt stig á leiðini er at geva føroyingum uttanlands valrætt í Føroyum.

Rúnar Reistrup, London
------------

Okkurt er í umbúna millum føroyingar, ið komandi 20 árini fer at broyta føroyska búsetingarmynstrið grundleggjandi.

Her snýr tað seg ikki um fólkabýtið millum bygd og bý, ella millum útijaðara og høvuðsstað, men um býtið millum føroyingar, ið liva innan fyri føroyska landamarkið og føroyingar, sum liva uttan fyri hetta mark. Nógv fleiri føroyingar, serliga teir væl útbúnu og tey við aðrari servitan av fakligum ella kreativum slag, fara í framtíðini at brúka ein nógv størri part av sínum lívi uttanfyri heimlandið enn higartil.

Hetta hevur størri avbjóðingar við sær fyri føroyska samfelagið enn tey flestu geva sær far um. Tí um vit í framtíðini ikki skulu missa nøkur av okkara bestu fólkum, so er neyðugt at Føroyar tekur ítøkilig stig til at víðka seg sum land fyri eisini at umfata teir føroyingar, sum búleikast uttanfyri landið í longri og styttri tíðarskeið.

Mentunarligt og intellektuelt innavl
Verður hetta ikki gjørt, er vandi fyri, at Føroyar verða merktar av mentunarligum og intellektuellum innavli í einum annars globaliseraðum heimi - og við hesum verður frástøðan millum føroyingar í Føroyum og føroyingar í útlegd so stór, at annars sterka bandið til heimlandið fer at slitna, og væl útbúnir og framfýsnir føroyingar uttanlands ongantíð flyta heimaftur.

Um Føroyar hinvegin duga at lofta møguleikanum og knýta føroyingar í útlegd og teirra vitan afturat sær, kunnu hesir gerast ein sannur fongur fyri einar globaliseraðar Føroyar, hóast teir ikki búgva í landinum. Í besta føri kunnu Føroyar fara at strekka seg langt útum sjálvan oyggjaflokkin í norðuratlantshavi og gerast eitt heimsumfatandi netverk av føroyingum, har útbúnir føroyingar við altjóða servitan og royndum, staddir uttanfyri landið, gerast ein mentunarligur og politskur partur av Føroyum og luttaka í føroyska samfelagnum á jøvnum føti við føroyingar búsitandi í Føroyum.

Fráflytingin er byrjað
Sambært hagtølunum fyri flytingina til og úr Føroyum hesi seinastu seks árini, eru fleiri fólk flutt úr Føroyum enn til Føroya øll árini uttan í 2008. Í miðal hava Føroyar mist fleiri enn 100 fólk um árið síðan 2004. Hetta er enntá hent hóast føroyski arbeiðsmarknaðurin var glóðheitur í sama tíðarskeiði, og dyrgt varð dúgliga eftir útbúnum og hálvútbúnum fólki uttanlands.

Tølini benda á eina gongd, sum júst er byrjað, men sum gerst alt meira týðulig - føroyingar, ið flyta uttanlands í útbúgvingar- og arbeiðsørindum, koma ikki longur heimaftur líka skjótt og í sama mun sum fyrr. Okkurt er broytt í hesum tíðarskeiði, sum hevur fingið føroyingar at støðast betur uttanlands og minkað um tørvin at flyta heim aftur.

Tann globaliseraði føroyingurin
Ein stórur partur av frágreiðingini um, hví føroyingar støðast betur uttanlands, liggur í menningini og útbreiðsluni av internetinum og teimum rembingum, sum tað hevur havt við sær. Hetta hevur sum kunnugt fingið heitið globalisering ella altjóðagerð.

Fyri føroyingar hevði internetið við sær, at knappliga bar til at fylgja við í tí, sum bleiv sagt og skrivað í føroyskum fjølmiðlurm og síggja Dag & Viku heima í stovuni, uttan mun til um stovan var í Signabø ella Singapore. Og við videosamrøðum um internetið gjørdist tað møguligt at síggja ommuna í Fuglafirði minst einaferð um vikuna, uttan mun til um tú búi í Havn ella Hanstholm.

Tá annarhvør føroyingur knappliga var umboðaður á Facebook, gjørdist fjarstøðan millum føroyingar í Føroyum og føroyingar uttanlands í einum taki so stutt, at nú visti tú hvør bakaði bollar í Leirvík, hóast tú vart staddur í London. Túnatosið, sleygið og alt hitt, sum heldur mentunarliga sambandið í einum lítlum samfelagi sum Føroyum við líka, er vorðið globaliserað, og helst er innihaldið á Facebook onga aðrastaðni so gerandissligt sum millum føroyingar tvørturum allan heim.

Vinar- og familjubondini tvørtur um hav eru soleiðis tættari nú enn nakrantíð, og við hesari heimsins gongd er eitt nýtt slag av føroyingi blivið alsamt vanligari: Tann globaliseraði føroyingurin, sum hóast hann kennir eitt sterkt og fullkomið mentunarligt tilknýti til Føroyar, ikki ætlar sær "heim" aftur í bræði og ivast í, um hann nakrantíð kemur aftur til Føroya. Ikki tí at hann ikki hevur hug og tørv á at vera partur av Føroyum, men tí at hesin tørvur verður so at siga uppfyltur, uttan at hann nýtist at búgva og arbeiða her.


Rótfestir í sama bøkki
Globaliseraði føroyingurin er ikki minni føroyingur fyri tað um hann býr uttanlands í 10 ella 20 ár. Føroyingar eru nevniliga eitt fólkaslag, sum er sjáldsama væl rótfest í sama bøkki. Hetta fæst sjón fyri søgn í kanningunum, sum eru gjørdar av føroyingum uttanlands av ávíkavist Norðuratlantsbólkinum og Uttanríkisráðnum. Sambært hesum kanningum eru tað teir fægstu føroyingarnir uttanlands, sum hava mist tilknýtið til heimlandið, og føroyingar uttanlands halda saman sum fáir. Dømini eru soleiðis nógv um, hvussu føroyingar uttanlands hava hjálpt øðrum føroyingum í størv hjá útlendskum fyritøkum - ella hjálpt føroyskum fyritøkum inn á útlendskar marknaðir.

Hetta er livandi prógv um, at tað "heimsumfatandi netverkið av føroyingum" longu er til. Og um vit brúka hetta rætt og toyggja føroyska samfelagið til eisini at hýsa hesum heimsumfatandi netverki, kunnu Føroyar gerast ein sterk eind í globaliseraða heiminum.

Føroyar sum mentunarlig eind
Fyrst og fremst er neyðugt at vit broyta hugburðin um føroyingar uttanlands. Higartil hevur gongdin við vaksandi fráflyting og minkandi hugi millum útisetar at flyta heimaftur verið sædd sum ein stórur trupulleiki. Føroyingar skulu heim aftur eftir lokna útbúgving og ongantíð ov skjótt, tykist samda politiska herrópið at vera, hóast tað er ein sannroynd, at útbúgving í sjálvum sær er lítið verd uttan praktiskar royndir.

Men hetta er ein avmarkandi háttur at skilja, hvat Føroyar kunnu fáa burturúr teimum, sum fara av landinum at útbúgva seg ella arbeiða. Veruleikin er tann, at lesandi, sum koma aftur til Føroya beint eftir lokna útbúgving, oftast eru líka óvitandi um praktisku viðurskiftini innan vinnuna og tað almenna sum tey vóru, tá tey fóru úr Føroyum av fyrstani tíð. Tey flestu høvdu gjørt Føroyum eina stóra tænastu við at verið uttanlands eitt sindur longr, arbeitt eina tíð og síðan borið nýggjar royndir og mannagongdir við sær heim, heldur enn bert tann bókliga lærdómin.

Veruligi trupulleikin fyri Føroyar er ikki, at føroyingar fara uttanlands at útbúgva seg ella arbeiða, men at føroyingar uttanlands eru ov avskornir frá at luttaka í tí, sum fyriferst í Føroyum - og øvugt at Føroyar eru ov avskornar frá at gagnnýta vitanina og mentunarliga íkastið frá landsmonnum uttanlands.

Fyrsta stig fyri at bøta um hetta er at fara frá tankanum um Føroyar sum eitt landafrøðiliga avmarkað øki til at fata Føroyar sum eina politiska og mentunarliga eind - sum eitt "heimsumfatandi netverk av føroyingum", ið eru spreiddir um allan heim, men halda fast við sín føroyska samleika og virka Føroyum at gagni í størri og minni mun.


Valrætt til føroyingar í útlegd
Annað stig er at geva føroyingum uttanlands formella ávirkan á viðurskiftini í Føroyum við at geva føroyskum útisetum valrætt í upp til 10 ár, eftir at teir eru fluttir úr Føroyum. Íslendingar í útlegd hava í dag valrætt í 10 ár, og í Noregi er vælrætturin fyri landsmenn í útlegd 8 ár. Sum føroyingur missur tú har afturímóti valrættin eftir einum degi, um tú fert uttanlands at arbeiða, og um tú ert lesandi, missur tú valrættin sama dag sum tú fært endaligt prógv.

Í einum globaliseraðum heimi mugu føroysk val vera fyri allar føroyingar - ikki bert fyri teir, sum búgva á einum føroyskum postnummari. Bert við at varðveita valrættin hjá føroyingum í útlegd verður atkvøðubýtið við framtíðar løgtingsval veruliga umboðandi fyri allar føroyingar.

Við at víðka valrættin taka vit eitt stórt stig fram ímóti einum Føroyum fyri allar føroyingar. Valrættur fyri føroyingar í útlegd hevði verið við til at varðveitt eitt sterkt band millum føroyingar heima og føroyingar uttanlands og hevði uttan iva ment støðið á føroyskum politikki frá mangan stuttskygdum lokalpolitikki til størri langsiktaði mál. Eisini virðis- og mentunarpolitikkurin hevði fingið eina saltvatnsinnspræning av, at politisku oyruni ikki longur kundu loyvt sær at vera deyv fyri tí umheimi, sum nógvir føroyingarnir liva í beint nú - og enn fleiri fara at liva í framyvir.


Altjóða flogvøll
Triðja stig ímóti einum Føroyum fyri allar føroyingar er at gera ferðaumstøðurnar til og úr Føroyum munandi betri. Tíðin er komin at ásanna, at Føroyar broytast ikki grundleggjandi av at sandoyingar sleppa lættari til Havnar. Men Føroyar broytast grundleggjandi av, at føroyingar sleppa lættari úr Føroyum til evropeiskar og amerikanskar stórbýir og øvugt. Eitt nútíðarhóskandi, regluligt og bíligari ferðasamband um ein føroyskan altjóða flogvøll hevði gjørt tað møguligt hjá føroyingum búsitandi uttanlands at virka og arbeitt í Føroyum, eins og føroyingar í útlendskum størvum kundu havt fastan bústað í Føroyum og ferðast ímillum. Ferðasambandið til útheimin má raðfestast sum tann mest umráðandi parturin av føroyska infrakervinum, og um neyðugt mugu flogfeløg, ið eru áhugaði at røkja rutur til Føroya, fáa sersømdir í eina tíð, til ferðafólkagrundarlagið byrjar at vaksa sum úrslit av betraða infrakervinum.



3 neyðug politisk stig
Sum altíð er lætt at vera samdur um, at broytingar skulu til, men ofta gongur meira treyðugt at taka neyðugu stigini til at ítøkiligar broytingar henda. Sum eina byrjan kunnu hesi 3 ítøkiligu politisk stigini takast fyr at Føroyar í framtíðini fáa størri gagn av føroyingum búsitandi uttanlands:

• Føroyar definera seg politiskt sum ein málslig og mentunarlig eind heldur enn bert sum eitt landafrøðiliga avmarkað øki, og allýsingin av einum føroyingi verður broytt hareftir.

• Valrætturin til Føroya Løgting verður broyttur soleiðis, at hann fevnir um allar føroyingar í upp til 10 ára útlegd.

• Infrakervið, sum bindur Føroyar til umheimin, verður skipað soleiðis, at komast kann beinleiðis til og frá einum altjóða flogvølli í Føroyum til í minsta lagi tríggjar útlendskar meginflogvallir tvær ferðir dagliga.


3 stig, sum vit øll kunnu taka
Ímeðan vit bíða eftir politiskum dirvi og vilja at fremja hesi neyðugu átøk, kunnu føroyingar, ið vilja síggja avbjóðingarnar í eyguni, leggja seg eftir at hugsa um trý viðurskifti, tá vit seta nýggj tiltøk í verk, fara undir nýggja verkætlan ella leita eftir nýggjum fólki:

• Kann hetta tiltak, hendan mannagongd ella hendan hoyring leggjast soleiðis til rættis, at føroyingar uttanlands hava møguleika at luttaka?

• Kann heimsumfatandi netverkið av føroyingum uttanlands brúkast til at fáa eitt altjóða íkast til hesa verkætlan, hetta lógaruppskot ella hetta menningarátak?

• Kann hendan uppgávan, hetta starvið ella hesin nevndarsesssur røkjast eins væl ella betri av einum føroyingi uttanlands?


Um Føroyar skulu varðveita eina støðu sum framkomið samfelag í globaliseraða heiminum um 20 ár, skulu stórar samfelagsbroytingar fremjast. Men fyrsta stigið er ein hugburðsbroyting millum allar føroyingar um, at bústaður á einum føroyskum postnummari ikki er avgerðandi fyri at luttaka í føroyska samfelagnum.
At fremja hesa hugburðursbroyting eigur at vera næsta stig fyri hvønn einstakan føroying.