Jonhard Hammer
Tað er fríggjadagur, og klokkan er farin av trý. Staðið er Maskinskúlin við Oyggjarvegin. Við borðini situr nógv fólk stemningurin er sera góður, skemtisøgurnar flúgva um borið, og tað verður einki sagt, uttan at tað kemur ein skemtilig viðmerking.
Tað eru ikki slipsadreingir, sum sita her. Sjálvt um onkur hevði bundið sær slipsið um hálsin, og tann eini hevði smoygt sær í ein vakran føroyskan tjóðbúna. Nei, hetta eru dreingir, sum hava valt sær eina framtíð í ketilsdrakt, eina framtíð við skitnum fingrum saman við larmandi motorum.
Tað var ein fegin stjóri, Gordon Hoffgaard, sum bjóðaði vælkomin. Hann var glaður fyri, at hesir dreingir høvdu fingið prógv, og fleiri rósandi orð fullu eisini. Hann helt, at summir høvdu mestsum búð á skúlanum - í hvussu so er onkur hevði verið á skúlanum hvørja ferð, hann hevði verið har.
Gordon segði eisini, at um tað var onkur, sum ikki hevði fingið arbeiði, so var hetta ikki nakar trupulleiki, hann hevði just lisið í norska blaðnum Fiskaren, at tað mangla 300 maskinmeistarar.
Sami trupilleiki er eisini í Føroyum. Skrivarin hjá Maskinmeistarafelaganum segði á samkomuni, at eisini í Føroyum var brúk fyri nógvum maskinmonnum, og um tað var onkur, sum manglaði arbeiði, so var tað bara at ringja, so skuldi hon nokk finna okkurt til teirra.
So ikki kann sigast annað enn, at tað er stuttligt at verða útlærdur, og ikki at hava trupulleikar av at fáa arbeiði.
Maersk kann
verða stoltur
Tað vóru tríggir glaðir dreingir, sum Sosialurin prátaði við aftaná prógvhandanina fríggjadagin. Og teir kundu saktans verða glaðir. Miðalkaraterurin hjá teimun var yvir níggju, og teir hava verið partur av einum flokki, sum hevur staðið seg best nakrantíð á Føroya Maskinskúla.
Tað sum Sjúrður, Bárður og Samson eisini hava felags, er at teir eru allir maskinaspirantar hjá danska felagnum Maersk.
Teir byrjaðu fyri 5 1/2 árið síðani. Tað er long tíð, men tað hevur gingið skjótt, halda teir. Teir byrjaðu niðri í Svendborg á verkstaðsskúla hjá Maersk. Síðani hava teir siglt og gingið í skúla hvørt um annað.
Tann síðsta partin av skúlagongdini hava teir tikið í Føroyum, og tað eru teir sera glaðir fyri. Teir halda, at skúlin er góður, men tað kundi sjálvandi verið gjørd onkur broyting, so hann gjørdist enn og betur.
Føringar væl
dámdir hjá Maersk
Tá ið teir fóru undir skúlagongdina í Svendborg, vóru tað onkrir danir, sum ikki dugdu at skilja, at Mearsk skuldi velja fýra næmingar úr Føroyum - eitt lítið land við einans 45.000 íbúgvum, og bara velja ein næming úr øllum Sælandi - har búgva tvær milliónir fólk. Tað hildu føringarnir ikki verða so løgið, tí sum Samson sigur, so eru føringar kendir fyri at sigla, og vit eru vandir upp við sjólívið. Tað eru ikki so nógvir keypmannahavnarar, sum hava góðar fortreytir at blíva góðir sjómenn, tí teir eru uppvaksnir í einum stórbýi, sum næstan einki samband hevur við sjógvin.
? Føroyngar eru kendir fyri at gera tað sum teir eru bidnir og grenja ikki so illa sum danir, siga teir tríggir.
Heimurin bíðar eftir hesum trimum dreingjum.
Sjúrður fer avstað fyrst í januar. Leiðin gongur til Amerika og fjareystur. Samson og Bárður fara niður til Svendborg á simolatorskeið. Teir leggja út í heimin í mars.